Suðuroyapakki
Almenn arbeiðspláss til eini 100 fólk!
Tað er tilboðið, sum landsstýrið hevði við sær í skjáttuni til Suðuroyar týsdagin.
Løgmaður og landsstýrismaðurin í skúlamálum og landsstýrismaðurin í almannamálum vóru týsdagin í Suðuroy og høvdu fund við øll bý- og bygdaráðini í oynni um framtíðina.
Ætlanin hevur verið at byggja miðnámsskúla í Vági nú og at byggja heilsuskúla á Tvøroyri seinni. Men tað sum landsstýrið nú roynir at sannføra suðuroyingar um, er, at tað er klókari at byggja ein skúladepil í Hovi við bæði miðnámsskúla og heilsuskúla. Afturfyri er landsstýrið sinnað at byggja eitt røktarheim á stykkinum, sum er grivið út fyri studentaskúlanum í Vági.
Og týsdagin vóru Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almannamálum, Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í skúlamálum og Jóannes Eidesgaard, løgmaður í Suðuroy og greiddu frá tilboðnum.
Landsstýrið hevur ongantið dult fyri, at talan er um eitt samlað tilboð til suðuroyingar, ein suðuroyarpakka, sum hevur tvey endamál: Í fyrru atløgu er endamálið at nøkta tørvin á skúlum og tørvin á røktarheimsplássum.
Men endamálið er eisini at skapa nøkur almenn arbeiðspláss í Suðuroy, sum allir serfrøðingar hava staðfest at tað er stórur tørvur á- helst størv til konufólk.
100 almenn arbeiðspláss
Landstýrið greiddi suðuroyingum frá, at tørvur er á 49 stovnsplássum til eldri og sjúk í Suðuroy.
Higartil hevur talan verið um at byggja eitt røktarheim í Vági til 35 fólk, men á fundinum týsdagin fingu suðuroyingar at vita, at landsstýrið er sinnað at byggja ein samansettan stovn við røktarheimi, umframt við plássum til minnisveik og til sinnisveik við tilsamans 49 plássum.
Á einum slíkum stovni verða 65 heil størv. Men av tí, at hetta er ein vinnugrein, har tað er heilt vanligt at arbeiða hálva tíð og 3/4 tíð, verður mett, at talan sostatt verðum um eini 100 arbeiðspláss.
Tilsamans fer ein slíkur stovnur at betala starvsfólki einar 20 milliónir krónur í lønum um árið.
Men harafturat kemur so alt tað avleidda virksemi í ein slíkur stovnur kastar av sær, tí hann hevur stóran tørv á vørum og tænastum av øllum handa slagi, sum eisini verða keyptar úr nærumhvørvinum.
Tann stóri spurningurin hevur verið, hvussu kommunurnar skulu megna at fíggja sín part av eini slíkari byggining.
Kommunurnar skulu betala helvtina av byggikostnaðinum og landið betalir hina helvtina.Hinvegin betalir landið allan raksturin.
Landsstýrið er ikki sinnað at víkja frá regluni um, at kommunurnar skulu betala hlevtina. Men Landsstýrið er sinnað at finna eitt fíggingarmynstur so at allar kommunurnar kunnu vera við. Eitt nú kann talan vera um avdráttarskáa og longda avdráttartíð.
Við sær til Suðuroyar hevði landsstýrið eisini eitt modell av, hvussu eitt røktarheim kann koma at síggja út á stykkinum, sum er grivið út í Vági til miðnámsskúlan.
Annars hevur verið ført fram, at skúlin í Vági hevur so serligt byggisnið, at ongin annar bygningur kann setast á stykkið.
Men nú hava arkitektarnir, sum teknaðu skúlan gjørt eitt modell, sum vísur, hvussu eitt røktarheim kann setast á sama stykki.