Samd við skúlastýrini

Eg havi allatíðina mótmælt ætl­anunum hjá einum meiri­luta í Klaksvíkar Býráð at leggja fólkaskúlarnar í Klaks­vík saman ella velja leist­in við einstreingjaðari leiðslu

Gunvá við Keldu

Ta stuttu tíð málið um bygn­að­ar­broytingar hevur ver­ið viðgjørt, havi eg enn ikki hoyrt aðra grundgeving enn, »at so fáa vit minni trup­ul­leikar, vit í dag hava við manglandi samskifti mill­um skúlarnar.« Fyri tað fyrsta hevur øll árini verið ávíst samstarv millum skúl­a­r­nar og fyri tað næsta er henda grundgeving bæði ó­saklig og meiningsleys, tá hugsað verður um tær grund­leggj­andi og umfatandi broytingar bý­ráðs­samtyktin kann fáa fyri skúlarnar.
Í vikuni áðrenn bý­ráðs­fund­in fingu vit niðurstøðuna bæði skúl­a­stýrini og leiðslurnar á báðum skúlunum høvdu und­ir­skrivað. Niðurstøðan var greið, at tey ynsktu at varðveita bygnaðin við tveim­um skúlum, tó var ynskiligt við størri samarbeiði millum skúl­arnar.
Býráðssamtyktin
Málið kom fyri á bý­ráðs­fundi­num 6. februar, har ein meiriluti samtykti at gera beint ímóti ynskjunum hjá báðum skúlastýrunum og leiðslunum í skúlunum. Ynskið hjá hesum meiriluta var, at fara frá at vera 2 skúl­ar við avikavist 377 og 337 næmingum, til 2 skúlar við eini einstreingjaðari leiðslu, uttan tó at leggja skúlarnar saman.
Í londunum uttanum okk­um og her á landi síggja vit vanliga ikki størri skúl­a­­eindir enn um 400-500 næm­ingar. Havi eisini hoyrt fakfólk í Føroyum og lond­unum uttanum okkum sagt, ”gerið fyri alt í verðini ikki ov stórar eindir”.
Vit skulu eisini minnast til broyttu fortreytir okkara her í Klaksvík, har vit væntandi fara at vaksa og býurin fer at broytast annarsleiðis enn fyrr.
Á býráðsfundinum gjørdi eg vart við, at tað er eitt álv­ar­samt mál, tá eitt býráð velur at ganga ímóti ynskjum hjá báðum skúlastýrunum og leiðslunum á báðum skúl­u­num, tvs. tilmælum frá fak­fólki. Eins og eg saknaði ver­uligar grundgevingar fyri hvørjar fyrimunir tað verð­ur at fáa EINA leiðslu sum skal hava knapt 1000 børn og einar 60-65 lærarar at stjórna.
Einki svar fingið
Í samráðingum í býráðnum og við Mentamálráðið havi eg greitt frá míni støðu, sum formaður í Ment­an­ar­nevndini, at eg undir ong­um umstøðum atkvøði fyri einari ætlan við so illa gjøgnumhugsaðum grund­gev­ing­um. Havi eisini spurt bæði Mentamálaráðið og býráðið hvat vit gera með­an arbeitt verður við eini møguligari bygn­að­ar­broyt­ing, uttan at hava fingið nak­að svar.
Støðan sum er íkomin nú har bæði næmingar, lærarar, foreldur og leiðsla føla seg stak ótrygg, kunnu vit sum hava ábyrgdina, ikki bjóða teimum.
Eg vil tí við hesum skrivi gera vart við mína støðu, at eg hvørki havi atkvøtt ella fari at atkvøða fyri hesum máli. At eg havi ávara ímóti teimum trupulleikum sum eru íkomnir, nú ein meiriliuti í býráðnum hevur tikið støðu til at broyta bygnaðin.
Fari eisini at gera vart við, at eg eri og havi allatíðina verið samd í niðurstøðuni skúl­a­stýrini og leiðslurnar eru komnar til.