Datt oman og doyði

Aftur nú er ein fjalldagur í Kunoy endaður í einum sorgarleiki. Ein maður datt oman og doyði á staðnum

Fjalldagurin í Kunoy hósdagin endaði í einum sorgarleiki.

Teir høvdu verið á rættini við teirru fyrstu gonguni, Heimastugonguni, og vóru farnir eftir Miðgonguni, táið ein av fjallmonnunum datt oman og doyði.

Vanlukkan hendi um fimm tíðina seinnapartin hósdagin, og maðurin, sum datt oman var hin 59 ára gamli Berinth Hansen í Innarstovu í Kunoy.

Hann var ógiftur

Ein annar av fjallmonnunum, Poul Gunnar Poulsen sigur, at líkindini vóru av teimum bestu tá ið vanlukkan hendi.

Og hóast tað er nokk so bratt í Kunoy, var tað gott at ganga og góð gøta har ið maðurin datt oman - og maðurin var vanur at ganga á fjalli og hetta plagar at vera hanara pláss.

Tann, sum var næstur Berinthi var var ein 16 ára gamal, sum fylgdust við honum og hann sigur, at tað sá út sum um ein steinur kom á hann og tók hann útav klettinum.

­ Vit eru annars ógvuliga varnir so at teir menninir, sum eru ovari, ganga altíð væl aftanfyri teir niðaru.

Tann 16 ára gamli drongurin og Berinth Hansen vóru einsamallir heilt niðast við.

Drongurin hevur greitt løgregluni frá, at Hann sá ikki Berinth ta løtuna, óhappið hendi.

Men hann sá, at grót bóltaðu oman úr erva beint har, Berinth skuldi gingið.

­ Og táið grótið var farið útav, sá hann mannin fara bóltandi aftaná.

Vanlukkan hendi í tí niðasta hamrinum norðantil í Kunoynni, undir Havnartindi.

Maðurin varð tikin út av klettinum, skreiddi einar 50 metrar oman og niður í eitt gil.

­ Drongurin sum var við honum, royndi at rópa á mannin, men hann svaraði ikki, sigur Poul Gunnar Poulsen.

Hann segði, at hann varskógvaði løgregluna og boðaðu frá, at ein vanlukka var hend, men at teir ikki vistu, hvussu álvarsligt tað var, og bað løgregluna hava tyrlu sjúkrabil, lækna og til reiðar.

­ Men tá ið vit ikki fingu samband ringdi eg aftur til løgregluna, men tá var tyrlan longu á veg.

Brim var í sjónum so tað bar ikki til at fáa fatur á manninum tann vegin.Poul Gunnar Poulsen sigur, at tyrlan varð skjót á staðið, tað gingu bara trý korter frá tí, at løgreglan hevði fingið boðini, til tyrlan var á staðnum, líka úr Vágum.

Ein maður leyp úr tyrluni, inn á at hjálpa til.

­Eg haldi, at tað var ónáttúrliga væl og djarvt atborið av tyrlumanningini, tí teir komu heilt niðurat, hóast tað var sera bratt og hóast tað var fitt av vindi.

Vindurin gjørdi eisini, at ímeðan vit hjørdu mannin kláran at verða fluttan, mátti tyrlan, sum hevði fullan tanga, flúgva runt fyri at brúka eitt sindur av brennievninum, so at hon fekk betri komið inn ímóti aftur, táið maðurin skuldi fáast uppí hana

­ Vit fingu so mannin á

børu og løgdu hann inn á tyrluna.

Hann sigur, at maðurin er deyður á staðnum, har var onki at gera.

Húsið hjá Berinth Hansen hevur verið hart rakt í so máta, tí fyrst í áttatiárunum datt svágur hansara, sum búði í sama húsi, eisini oman ein fjalldag.