Talv
Kappingin um at gerast norðurlandameistari í ár hevur av øllum at døma ikki serligan status hjá sterkastu norðurlendsku stórmeistarunum, tíverri. Í 2003, tá NM seinast varð leikt, var kappingin munandi sterkari. Flóvin Tór Næs fekk tá kaldar vøttir at kenna, tá hann hitti telvarar sum Curt Hansen, Hannes H. Stefanson, Einar Gausel, Lars Schandorff og aðrar stórmeistarar.
Sviar eru best umboðaðir í ár við stórmeistarunum Evgeny Agrest (2592) og Tiger Hillarp-Persson (2511). Finnlendingar hava sent ein stórmeistara og ein altjóða meistarar, meðan íslendarar, noregsmenn og danir óskiljandi ikki hava kunnað lokkað nakran stórmeistara til kappingina. Serliga veikir á pappírinum eru norsku umboðini. Okkara umboð eru væl sterkari enn teir.
Einans tríggir av teimum tólv luttakarunum eru stórmeistarar. Fýra telvarar eru altjóða meistarar.
Favorittar í oddinum
Tá ratingmunurin frá teimum sterkastu til teir veikastu er so stórur, er tað heldur ikki óvæntað, at Agrest og sterki danski altjóða meistarin, Nicolaj V. Pedersen (2488), eru fremstir við Tiger beint í hølunum. Nicolaj hevur tveir stórmeistaranormar og hevur fleiri ferðir verið hálvt stig frá sínum triðja og tittulgevandi normi.
Hóast heldur svingandi telving fyrstu umførini, fekk Heini Olsen eina framúr kappingarbyrjan við javnleiki og tveimum sigrum. Hann útnyttaði til fulnar feilir hjá mótstøðumonnum sínum í øðrum og triðja umfari og undan talvinum móti IM Sammalvuo blandaði Heini seg veruliga í oddin. Men tap í hesum talvi, umframt tapið ímóti GM Nybäck í fimta umfari sunnudagin, førir við sær, at Heini hevur hálvttriðja stig.
Kann bert ganga betur
Hans Kristian Simonsen er einsamallur aftastur við ongum stigi. Fimm tap á rað eiga at svíða. Úrslitið minnir ikki sørt um 1st Klaksvík International í 2002, tá kollfirðingurin tapti fleiri talv á rað og endaði loksins við hálvum stigi av níggju møguligum. Seks talv eru eftir at leika og Hans Kristian kann ugga seg við, at hann longu hevur hitt allar stórmeistararnar, umframt Nicolaj V. Pedersen.
Í roynd veru hevur Hans Kristian telvað væl, men hevur síðani knappliga gjørt avgerandi stórir feilir, sum sterku mótstøðumennirnir sjálvandi hava gjørt sær dælt av. Sitatið: "One bad move nullifies forty good ones" hjá gamla talvmeistaranum frá fyrru helvt av 20. øld, Horowitz, rennur einum í huga tá ein hyggur at talvunum hjá Hans Kristiani fyrstu fimm umførini.
Mánadagin eftir evstamark hittust Heini og Hans Kristian í sætta umfari. Vónandi leypa teir í væðið og telvað manniliga, hóast ein skjótur javnleikur er teimum freistandi og kærkomin eftir tvey tap á rað í part.
Støðan eftir 5. umfar:
1-2GM Evgeny Agrest (S)4,5
1-2IM Nicolai V. Pedersen (DK)4,5
3GM Tiger H. Persson (S) 4,0
4GM Tomi Nybäk (F) 3,0
5-8Heini Olsen (Føroyar) 2,5
5-8Stig Tjomsland (N)2,5
5-8Espen Lie (N) 2,5
5-8IM Tapani Sammalvuo (F) 2,5
9-10IM Heikki Lehtinen (F) 1,5
9-10IM Bragi Thorfinnsson (Í) 1,5
11Robert Hardarsson (Í) 1,0
12Hans K. Simonsen (Føroyar) 0,0