Jógvan S
- Tað finst onki so ørt, sum hetta!
Jógvan Páll Lassen, sakførari, legði ikki fingrarnar í millum, tá ið hann í Føroya Rætti fríggjadagin, skuldi siga sína hugsan um leiklutin hjá Fiskimálaráðnum í málinum um tann illa umstrídda Jógvan S.
Jógvan S fekk fyrst veiðiloyvi og fiskiloyvið frá landsstýrinum, men síðani varð loyvi tikið aftur.
Rætturin hevur áður gjørt av, at tað var ólógligt at taka veiðiloyvið frá Jógvan S.
Men nú skal so upphæddin ásetast, sum landskassin skal betala í endurgjaldi fyri at hava lagt bátin av órøttum.
Málið var fyri í Føroya rætti í dag, men tað verður ikki fyrrenn um nakrar dagar, at dómurin fellur. Og dómarin læt onga ábending leka út um, hvønn veg dómurin fór at hella.
Veiðiloyvið er galdandi í 10 ár og tí vil partafelagið, Nakkur, sum átti Jógvan S, hava endurgjald fyri allan mistan vinning, sum báturin kundi havt fingið øll hesi árini, umframt fyri tann miss, felagið hevði av at báturin varð lagdur og tær eykaútreiðslur, hann hevði havt av vaktarhaldið, reiðskapi o.s.fr.
Tilsamans er endurgjaldskravið tískil heilar 10,7 milliónir.
Hinvegin vil Fiskimálaráðið bara betala 2,5 milliónir, tí hildið verður ikki, at Fiskimálaráðið kann hanga upp á tað, sum báturin kanska kundi havt fingið, serliga tá ið eigararnir seldu bátin.
Reiðaríið sigur, at tað tók teimum so dygt fíggjarliga, at teir vórðu lagdir, at teir megnaðu ikki at reiða Jógvan S útaftur og tí noyddust teir at selja bátin, men kortini hava teir eina leysaskuld upp á einar tríggjar milliónir at dragast við.
Tá ið mál eru fyri í rættinum, verða ofta gamlir dómar funnir fram fyri at byggja uppundir eitt krav.
Men Jógvan Páll Lassen, sakførari hjá reiðaríðnum, segði, at hann fann onki so ørt sum hetta nakrastaðni.
Tað nærmasta, hann kundi koma nøkrum, sum líktist, var ein pylsumaður í Keypmannahavn, sum kommunan tók rættin at selja pylsur frá við einum mánaða freist, hóast uppsgnartíðin frammanundan varð sett til eitt ár.
Har varð kommunan dømt at gjalda endurgjald fyri alt árið. Hann vísti eisini dømi um eina farmaleið í Norðurhøvum, har endurgjald kom á borðið, tí treytir vórðu brotnar.
Sakførarin hjá fiskimálaráðnum, Eyðfinnur Jacobsen, segði, at fiskimálaráðið viðurkennir sær tað tapið, sum er staðfest og er sinnað at veita endurgjald fyri tað. Men hann meinti ikki, at endurgjald kundi veitast fyri eitt framtíðar tap, sum ikki er prógvað. Serliga talaði tað ímóti endurgjaldið, at reiðararíið seldi Jógvan S fyri 5,7 milliónir og sostatt frátóku sær møguleikan at vinna pening.
Umframt kravið upp á 10,7 milliónir, fingu eigararnir 5,7 milliónir fyri at selja skipið og sostatt kemur samlaða kravið upp á 16,4 milliónir, eftir uppgerðini hjá reiðaríðnum, og tað helt hann ikki vera rímiligt.
Hann helt eisini at tað talaði ímóti fiskimálaráðnum, at Jógvan S ikki varð lýstur til alment sølu, tá ið hann varð seldur og tí var ongin vissa fyri, at teir høvdu fingið besta prísin fyri skipið.











