Okkurt er galið í býráðnum

Tey eru fleiri, sum hava verið niðri á býráðnum og biðið um at fingið tekningarnar yvir økið, har nú verður bygt á Maritugøtu. Tey hava øll fingið at vita, at hetta bert hava verið fyribils tekningar, og tí hava tey ikki hongt seg so nógv í hesar ætlaninar. Men nú eru fyribils tekningarnar vorðnar veruleiki. Tey í Torkilsgøtu standa spyrjandi og undrast á nær og av hvørjum, hesar ætlaninar eru blivnar góðkendar.

Ein av íbúgvunum í nógv umtalaðu Torkilsgøtu, undrast stórliga á tað, sum Eyðfinn Guttesen frá Guttesen og Staksberg segði við Sosialin í gjár, um at endaligu byggiætlaninar hava ligið niðri á býráðnum síðani 1989. Hann sigur, at tey eru fleiri at íbúgvunum í Torkilsgøtu, sum hava verið niðri á býráðnum og spurt seg fyri um økið niðanfyri húsini.
? Í mei í fjør var eg sjálvur niðri á býráðnum. Har fekk eg eina tekning yvir økið. Á hana var prentað, at hetta bert var ein fyribils ætlan. Tað slógu vit okkum so til tols við, tí um tað ikki var endaliga ætlanin, so var sum so einki at klaga um. Hetta var jú ikki fastlagt, men var bert ein fyribils ætlan. Vóru tekningarnar endaliga góðkendar, so kundu vit mótmælt, tí so var tað ítøkiligt, sigur ein argur húsaeigari í Torkilsgøtu, sum tó helst ikki vil hava navn sítt á prent.
Hann sigur, at síðani hann var á býráðnum, hava fleiri av grannum hansara eisini verið; tann seinasti var í februar/mars í ár. Øll hava tó fingið sama svarið, at hetta bert er ein fyribils ætlan, og at einki ítøkiligt er avgjørt enn. Eingin hevur sæð ein góðkendan plan yvir økið, og tí undrast tey í Torkilsgøtu stórliga á hvussu tað kann bera til, at Guttesen og Staksberg siga seg hava havt eina góðkenda ætlan síðani 1989.
? Tað tykist ógvuliga undarligt, at byggifelagið hevur havt eina góðkenda ætlan, tá býráðið sjálvt ikki hevur havt tað. Har er okkurt sum ikki stemmar, og sum má vera dottið burturímillum. Tí hetta ber ikki til, heldur hann. Hann sigur seg vera ógvuliga skuffaðan av fyrisitingini á býráðnum, og heldur, at hetta málið er púra burturvið.
-? Tað sum eg fegin hevði viljað vitað, er akkurát nær hendan ætlanin er farin frá bert at vera ein fyribils ætlan og til at vera ein góðkend ætlan. Tí eg skilji hetta heilt einfalt ikki. Tað, sum teir siga um, at hetta hevur verið góðkent síðani 1989 kann heilt einfalt ikki stemma, táið býráðið so seint sum í februar ella mars í ár, bert hevði eina fyribilsætlan at vísa fram. Hetta má vera eitt tekin um, at okkurt er galið í býráðnum, heldur hann.

Mismunur
Hann sigur víðari, at hann, tá hann sá húsatekningarnar hjá Høgna Mikkelsen fyri Torkilsgøtu, bað hann Høgna um at gera húsini bara einar 20 cm hægri, so tey kundu fáa fulla úrtøku úr loftinum. Svarið var, at tað varð noktað av býráðnum, tí so kundu raðhúsini í Torkilsgøtu taka útsýni hjá teimum í Jørundargøtu omanfyri. Og tað var so í lagið.
? Men tað er ikki í lagið nú, táið teir byggja hesar stóru klossarnar beint uppfyri okkara vindeygu. Tað eru knøpp trý ár síðani, at vit ikki kundu byggja eftir ætlanunum, fyri ikki at taka útsýni frá teimum omanfyri. Hetta er heilt ótrúliga skuffandi, og so serliga tá tað er so ivasamt við hasum byggitekningunum, sum okkum vitandi slett ikki eru góðkendar, men bert eru ein fyribils ætlan, sigur hann at enda.