Tingviðgerðir, Íslandssáttmáli, skúladepil v.m.

Nútímans tøkni ger tað møguligt at fylgja rættiliga væl við heima á landi, sjálvt um ein er búsitandi uttanlands. Tó skal viðgangast, at okkurt kanska gleppur burtur í millum. Men flestu tíðindasendingarnar í Útvarpinum og Dag og Viku sendingarnar í Sjónvarpinum fær ein kortini við.

Jógvan Sundstein

Seinastu dagarnar hava einar tvær hendingar ørkymlað meg rættiliga nógv. Tað snýr seg um orðaskifti á tingi, serliga málburðin, men eisini sjálvar viðgerðirnar.

Íslandssáttmálin
Tað hevur undrað meg nógv, at tingmenn skulu gera tað til eitt so avgerandi og prinsipielt mál, um ein millumlandasáttmáli verður samtyktur sum uppskot til samtyktar ella sum løgtingslóg. Báðir formarnir eru møguligir og hvørgin er í sjálvum sær í stríð við stýrisskipanarlógina ella tingskipanina. Tann mest einfalda mannagongdin er ofta uppskot til samtyktar, men lógaruppskot kann við hvørt vera tryggari. Tað veldst um innihaldið í viðkomandi sáttmála.
Men tað, sum í hesum førinum ræðir meg, er tann bastanti hátturin serliga løgtingsformaðurin og formaðurin í uttanlandsnevndini føra seg fram. Eitt er at ynskja formin við uppskoti til samtyktar, men so at atkvøða ímóti sáttmálanum í lógarformi, tað vísir ikki stórt álvara í málsviðgerðini. Tað, sum síðani hendir, er, at tingformaðurin alment sigur, at tingmenn ikki hava atkvøtt eftir síni sannføring. Hetta er ein álvarsom skuldseting bæði móti tingmonnum og eisini móti løgmanni, sum formaðurin sigur hava trýst tingmenn at atkvøða fyri sínum uppskoti. Soleiðis sum eg hoyrdi samrøðurnar í Útvarpinum var tað meira enn ein vanlig kurla á tráðnum millum løgmann og løgtingsformannin. Tað boðaði ikki frá góðum samarbeiðsviðurskiftum.
Tá ið tingformaðurin alment skuldsetur tingfólk fyri ikki at fylgja síni sannføring kann hann ikki sleppa við, at hetta bara verður sent út í luftina og síðani gloymt. Løgtingslimir eru bert bundnir av sannføring síni, stendur í stýrisskipanarlógini. Tá ið formaðurin skuldsetur sínar limir fyri at bróta hesa lóg er nakað spinnandi galið, antin við formanninum ella við tingmonnunum. Í øllum førum má formaðurin prógva sína skuldseting. Um hann ikki kann hetta eru bert tveir møguleikar eftir. Annar er at biðja um umbering ella at leggja frá sær sum formaður.

Orðalagið á tingi
Tað var skelkandi at hoyra úrdrag av orðaskiftinum um skúladepilin í Marknagili. At hoyra menn kalla aðrar »gleðisgentur«, at vilja leggja starvsfelagar inn á psykiatriskar deildir, at sita og rópa eftir røðarum niðri frá tingsalinum, tað hoyrir ikki heima í einum parlamenti. Í hvussu so er ikki um okkara leiðir. Eg var sjálvur tingmaður í 24 ár, men líknandi galimatias minnist eg ikki. Og so skilti eg, at formannskapurin ikki talaði at.
Annars gleddi tað meg, at skúladepilin í Marknagili nú endiliga verður veruleiki. Í sjeytiárunum arbeiddu vit tríggir vinnuskúlar fyri einum slíkum útbúgvingardepli (Maskinskúlin var tá við saman við Tekniska Skúla og Handilsskúlanum), men í tí umfarinum kom bert Handilsskúlin. Annars skilji eg ikki, hví menn hava so nógv ímóti sjálveigandi stovnum. Vit hava í mong Harrans ár arbeitt við slíkum skúlastovnum, og vit hava arbeitt við fígging av skúlabyggingum eftir reglum, har slíkir stovnar fáa tilskot eftir útreiðslum til rakstur, avdráttir og rentir yvir eitt vist áramál, og tað hevur riggað væl. Ein skúlabygningur er ikki ein eingangsútreiðsla, men nakað sum hevur varandi virði í mong ár.
Men fyri at koma aftur til tey, sum manna Løgtingið: Gott í tykkum lærið tykkum vanligan fólkaskikk.