Vit hava tørv á ævintýrum

Tað kann tykjast óskiljandi fyri mong, at ein heil tjóð ella fleiri liggja lamnar, tí eitt kongaligt brúdleyp fer fram. Men tað heldur Eyðun Joensen, sálarfrøðingur ikki er so løgið. Hansara boð upp á orsøkina er, at øllum tørvar eitt ella annað slag av ævintýrligum upplivilsum í einum gráum og vanligum gerandisdegi

Fríggjadagin fekk danska ríkið eitt nýtt krúnprinsapar. Fríðrikur og Mary vórðu gift í Vor Frue Kirke í Keypmannahavn. Ein stórhending, sum fekk úti við 250.000 fólk út á gøturnar í Danmark. Eisini í Føroyum fylgdu flestu fólk við, tá parið undir einari sera vakrari brúðarvígslu góvu hvør øðrum sítt ja. Manntómar gøtur og hvør handil, sølubúð, fyritøka og so framvegis mundi hava eitt ella fleiri sjónvarp tendrað hendan dagin.
Men hvat er tað so, sum hendir, tá ein slík stórhending fer fram, og hvat ger, at fólk verða so hugtikin og áhugað í hesum?
Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, heldur, at øll menniskju hava tørv á at uppliva eitt hvørt estetiskt og flott. Eitt ævintýr, sum kann fáa øll at dagdroyma eina løtu.
- Hetta er ein so sjáldsom hending. Hetta er ikki nakað, sum hendir fleiri ferðir í lívinum hjá okkum, so eg skilji tað væl, sigur Eyðun.
Hann vísir á, at føroyingar somuleiðis fylgdu væl við, tá norski krúnprinsurin, Haakon, giftist Mette-Marit.
- Áhugin hjá føroyingum fyri norska kongshúsinum er ikki eins stórur, men tá tað ikki var danski krúnprinsurin, so var tað tað næstbesta, sigur hann.
Onki er at taka seg aftur í at norska hjúnarbandið var enn meira ævintýrakent enn tað danska. Við tað at borgarliga einliga mamman fekk sín prins og kongaríkið.

Øll livdu við
Eyðun Joensen heldur, at tað, sum var áhugavert við brúdleypinum var, at øll livdu við í hendingini. Høg sum lág. Og hann sigur, at sjálvur varð hann bergtikin av øllum vakurleikanum.
- Eg haldi, at øll, sum hava tað soltið á ein ella annan hátt í gerandisdegnum, treingja til at sleppa at uppliva slíkan vakurleika og eitt tílíkt ævintýr, sum at ein krúnprinsur giftist einari púra vanligari kvinnu, sigur hann.
Fyri at seta hetta saman við tí heilt vanliga gerandisdegnum, spyr sálarfrøðingurin til dømis, hví so mong keypa romanbløð og líknandi. Hann ivast ikki í, at tað er tí, at tørvurin fyri at uppliva eitt hvørt romantiskt, vakurt, eksotiskt er tilstaðar hjá øllum í teirra vanliga lívi.
- Nú skal eg ikki fara at draga hesa hendingina fríggjadagin niður á tað støðið, men dagdroymarí er ikki ólógligt, og øll eiga at kunna droyma seg burtur eina løtu. Nevniliga tí tey hava brúk fyri tí, slær hann fast. Og hann leggur afturat, at hann fegin vil síggja tann, sum sá vígsluna fríggjadagin og ikki helt tað vera tað vert.

Menniskjasligur
Tá tosið kemur inn á krúnprinsin er sálarfrøðingurin ikki í iva um, at øll fóru frá aftur sjónvarpinum nakað ríkari enn frammanundan. Tí til vígsluna vísti buldribassin í danska kongshúsinum seg frá einari heilt aðrari síðu.
Mong mundu tey vera, ið vórðu rørd av hansara tárum, stutt áðrenn Mary saman við pápa sínum kom gangandi inn eftir kirkjugólvinum. Í sjónvarpinum sóust hann og beiggin, Joakim prinsur, standa og smápráta eina góða løtu, áðrenn brúðurin kom. Men tá bert nakrir fáir minuttir restaðu í, tóku kenslurnar ræði á tí annars altíð róliga krúnprinsinum, og tárini komu fram.
Hetta heldur Eyðun hevur gjørt, at fólk hava fingið eina aðrar mynd av krúnprinsinum.
- Eg trúgvi, at hasi tárini vóru ektað. Alt tað, sum krúnprinsurin er kendur fyri, her hugsi um hansara djørvu brøgd og allar tær venjingarnar, sum hann hevur gjøgnumført, hava givið fólki eina ávísa mynd av honum. Men fríggjadagin kom tann menniskjasliga síðan veruliga fram, sigur sálarfrøðingurin, sum sjálvur als ongar ætlanir hevði um at hyggja at brúdleypinum. Men hann setti seg eina løtu og varð fangaður av øllum tí stórbæra vakurleikanum, sum har var at síggja.

Listaverk
Eyðun Joensen heldur, at tað er mest sannlíkt, at orsøkin til, at menniskju verða so fangað av teimum kongaligu er, at líka frá barnsbeini av, tá vit hoyra søgur og ævintýr um kongar, drotningar, prinsar og prinsessur, so verður hetta so inngrógvið inn í okkum, sum nakað stórbært og flott, at tað livir í okkum allatíðina. Og tá vit so fáa ein møguleika at síggja slíkt í sjónvarpinum, so taka vit av.
Sálarfrøðingurin samanber allan vakurleikan við list.
- Um vit vilja uppliva eitt hvørt flott, so kunnu vit til dømis fara í Listaskálan á Ólavsøku, men eg haldi so sanniliga, at allir kjólarnir, prýði í kirkjuni og so framvegis vóru listaverk, sigur hann.
Við tørvinum hjá menniskjum fyri at síggja og uppliva nakað flott og ævintýrakent, sigur Eyðun seg bara kunna vera samdan í útsagninum:
" Tað, sum frøir eygað, er næstan sum ein mental veitslumáltíð. " Og so leggur hann afturat, at tað er ikki av ongum, at kokkar siga, at útsjóndin av rættinum er helvtin.

Stórt trýst
Eyðun Joensen er sannførdur um, at tað nú framyvir fer at liggja eitt stórt trýst á krúnprinsessu Mary. Ikki bert hevur hon tikið hetta djarva stigið at fara frá einum púra vanligum og anonymum lívi til at vera donsk krúnprinsessa og ikki fáa flutt seg uttan at fjølmiðlarnir vita av tí.
Men eisini trýstið av, at ein arvingur helst skal síggja dagsins ljós, verður har frá nú av.
- Eg sigi bara, Gud náði hennara skinn, um hon ikki verður við barn, og tað kann nevniliga trýst gera sítt til, at hon ikki verður, sigur Eyðun.
Øll munnu minnast, hvussu ljóskastarin varð varpaður á búkin á prinsessu Alexandru í langa tíð, aftaná at tey vórðu gift. Og tað er ikki ov lítið sagt, um ikki ljóskastarin verður settur enn meira á tann flata búkin hjá krúnprinsessuni.
Eyðun minnir samstundis á, at trýstið ikki bert liggur á henni, hóast ljóskastarin óivað verður varpaður á hennara búk. Tey eru tvey, sum skulu gera barnið, so trýstið fer uttan iva eisini at liggja á krúnprinsinum, heldur hann.
Ein danskur, kvinnuligur prestur, sum sat í studionum hjá DR fríggjakvøldið, kom eisini inn á hetta, og tá segði hon, at fjølmiðlarnir mugu lata krúnprinsaparið fáa frið hesum viðvíkjandi. Tí sum hon málbar seg, eitt barn er ein gáva, ikki eitt krav.
Um donsku fjølmiðlarnir fara at gera, sum hon segði, tað kann bara tíðin vísa.