- Nú mugu føroysku fiskiskipini fáa fríar ræsur at avreiða fiskin uttanlands.
Tað heldur Reiðarafelagið.
Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum, sigur, at nú er støðan komin hartil, at politikararnir noyðast at taka støðu til tað álvarsligu støðu, sum fiskiflotin er í komin í.
- Politikararnir vita av trupulleikanum og teir hava bjóðað seg fram at stýra landinum. Men lata teir eyguni aftur fyri trupulleikunm í fiskivinnuni, eru teir ikki búnir at stýra.
- Tað eru politikararnir, sum gera rammurnar, vit virka undir, men eru tær so trongar, at vit ikki fáa virka frítt, mugu karmarnir víðkast.
Allar forðingar burtur
Formaðurin í Reiðarafelagnum staðfestir, at tað eru í hvussu so er tveir trupulleikar hjá fiskiflotanum, sum politikararnir kunnu loysa alt fyri eitt og sum kundi hjálpt munandi.
- Í løtuni hava vit forboð ímóti at avreiða meiri enn 25% av veiðini uttanlands og tað avmarkar okkara møguleikar ógvuliga nógv at fáa tann besta avreiðingarprísin.
- Tað er eitt haft um beinini á fiskiflotanum og tað haftið má loysast.
Viberg Sørensen staðfestir sostatt, at avmarkingarnar ímóti at avreiða uttanlands, eigur at verða avtikið beinanvegin.
- Tað er sjálvsagt, at fiskiflotin eigur altíð at fáa møguleikan at fáa tann besta avreiðingarprísin.
- Eru virkini í Føroyum ikki kappingarfør, eiga vit tískil at hava frítt at fara uttanlands við fiskinum. Tað snýr seg altíð um, er at fáa sum mest fyri fiskin og so má tað koma í aðru røð, hvar vit avreiða, sigur hann.
Viberg Sørensen sigur, at sostatt hevur politiski myndugleikin beint nú fingið eina beinleiðis áheitan um at avtaka forðingarnar fyri at avreiða uttanlands.
Skilir tú ikki grundgevingina fyri at fiskurin skal avreiðast í Føroyum, tí verður ov nógv avreitt uttanlands, fer samstundis ov nógv arbeiði av landinum?
- Jú, men veruleikin er eisini, at virkini á landið knógvað eisini undir einum stórum troti á arbeiðsfólki og klára tískil ikki at arbeiða fiskin undan.
Ein ónd ringrás
Nú eru vit so eisini komin í ta støðu, at føroyskir fiskakeyparar eru komnir í penganeyð og tað merkir fiskiflotin týðiliga, sigur formaðurin í Reiðarafelagnum.
- Teir, sum eru vanir at bjóða á uppboðssøluni, eru ikki so virknir, sum teir plagdu vera.
- Hetta er ein forðing afturat fyri at fáa tann besta avreiðingarprísin. Sostatt eru vit í eini óndari ringrás, tí hetta styrkir kreppuna allan vegin ígjøgnum.
Hann staðfestir eisini, at tað er ógvuliga tórført hjá skipum at útvega manning og tí vil hann eisini hava fríar ræsur at fáa útlendska manning umborð á skipini fyri at fáa manning.
Ikki nógv mikið
Hinvegin staðfestir Viberg Sørensen, at hetta er ikki nógv mikið til at bjarga flotanum, soleiðis sum støðan er nú.
Hinvegin sigur hann, at ynskið um at fáa almennan studning, fer ikki at koma frá reiðarunum.
- Vit hava verið inni á studningssporinum og tað førdi ikki nakað gott við sær, so tað fara vit ikki at biðja um aftur.
Hinvegin vil hann ikki siga, hvussu hann so heldur, at politikararnir eiga at loysa kreppuna hjá fiskiflotanum.
- Eg haldi, at politiski myndugleikin eigur at koma við einum útspæli, sigur hann.
Annars viðgongur Viberg Sørensen, at í løtuni sær rættiliga svart út hjá fiskivinnuni.
- Oljan er okkara størsti trupulleiki, men tað er knívskorið at fáa Fiskimannafelagið at vera við til at gjalda oljuna.
Hinvegin hevur verið upp á tal at lata lemmatrolararnar sleppa at partrola og tað hevði sjálvandi verið ein stór hjálp, tí tað hevði spart bæði olju og reiðskap, heldur formaðurin í Reiðarafelagnum.
Viberg Sørensen sigur, at nógv skip eru við at bukka undir og hann leggur afturat, at tað er heilt vónleyst at spáa um støðuna, bara nakrar mánaðir fram.
- Men tað er ógvuliga sannlíkt, at oljan fer enn longur upp. Í løtuni kostar oljan yvir fimm krónur fyri liturin og fer hon upp á sjey krónur, er grundarlagið púrasta tikið undan flotanum. Men tað er als ikki ósannlíkt, at oljan fer har upp.
Viberg Sørensen sigur, at tað hjálpir onki at lata skipini fara um eina tvingsilssølu.
- Trupulleikin er at fáa samanhang í sjálvan raksturin hjá skipunum og eisini tey skip, sum ikki skylda eina krónu, eru í stórum trupulleikum, sigur Viberg Sørensen.
Annars blandar Reiðarafelagið seg ikki upp í, hvussu nógv, hvørt skip kostar, ella, hvussu nógv skipini eru í tali.
- Okkara áhugamál eru at fáa samanhang í raksturin og restina hava vit onga støðu til, sigur Viberg Sørensen.
- Í hesari kreppuni nyttar lítið at dúva upp á at prísurin og fiskiskapur skulu batna, tí hesuferð eru tað útreiðslurnar, sum eru trupulleikin og tað er alt, sum talar fyri, at tær fara enn longur upp.
Hinvegin ásannar hann eisini, at tað eru ymisk tiltøk, sum reiðarar kunnu seta í verk fyri at minka um útreiðslurnar.
- Men tað er eisini ómetaliga dýrt at skifta motor og at seta onnur tiltøk í verk og flotin hevur ongantíð havt so stór avlop, at tað hevur verið nakað serligt at tikið av og sum støðan er nú, ber tað ikki til, leggur hann afturat.










