United í trupulleikum: Zlatan og Lukaku skaddir

Og Ashley Young kann fáa leikbann fyri alboga

Manchester United spældi í gjár málleysan javnleik móti Southampton á Old Trafford. Úrslitið hevur við sær, at Chelsea nú hevur yvirhálað Manchester United á øðrum plássi.

 

Les eisini: Gongur einki hjá Manchester United

 

Í dystinum mátti Romelu Lukaku skiftast út, eftir at hann fekk ein stoyt í høvdið. Tað er enn óvist hvussu álvarsligt tað er, men tað tykist sum at belgiski áleyparin ikki verður klárur til komandi tveir dystirnar, metti Jose Mourinho.

 

Eftir dystin kunngjørdi venjarin hjá Manchester United, Jose Mourinho, at Zlatan Ibrahimovic ikki er tøkur komandi mánaðin. Hann segði at trupulleikin er álvarsligur, tí Zlatan Ibrahimovic er ein 36 ára gamal spælari við einum vánaligum knæið. Í løtuni hevur Manchester nú bara tveir áleyparar tøkar, Marcus Rashford og Anthony Martial.

 

 

Enska Fótbóltssambandið hevur eftir dystin kunngjørt, at sak er reist móti Ashley Young. Sjónbandamyndir vísa, at hann gevur einum spælara hjá Southampton ein alboga, sum dómarin ikki sá. Tað kann geva tríggjar dystir leikbann.

 

Komandi tveir dystirnir hjá Manchester United, eru móti Everton í Premier League og Derby í FA Cup.