Mynd: Andrass henriksen
Hóast tann nýggi línubáturin hjá miðvingum hevur loyvi at fiska heilt inn í klettin, ætlar hann ikki at gera tað, sambært reiðaranum í útvarpinum í dag.
Fyri at fáa innflutningsloyvi til West Freezer, hava vágamenn keypt tríggjar bátar úr flotanum.
Talan er um úrórðarbárar, og av tí sama skal West Freezer eisini í útróðrarbólkin, tí hann skal í sama bólk, sum bátarnir, hann kemur í flotan fyri, vóru í.
Men hetta gevur honum eisini somu rættindi at fiska sum hinir útróðrabátarnir, hóast hann er fleiri ferðir størri.
Tvs, at har talan er um friðingar og aðrar avmarkingar, skal West Freezer ikki í øllum førum fylgja hinum línubátunum.
Tí summar kunngerðir eru fyri skip í ávísum bólkum og aðrar eru fyri skip av ávísari stødd.
Men tað frættist, at fiskimálaráðharrin er í ferð við at seta kunngerðir í gildi, sum gera, at West Feezer í øllum førum skal fylgja hinum línuskipunum.
Í Útvarpinum í dag segði Tummas Jacob á Løgmansbø, at teir ætlaðu sær undir ongum umstøðum at fiska inn í klettin og at teir vóru nøgdir um teir fingu somu treytir, sum hinir línubátarnir.
Í fyrstuni skulu nakrir norðmenn verða við, teir skulu leggja føroyingum lag áat arbeiða umborð, at skilja fiskin í støddir og við frystingini.
Men tað verður eisini mett sum ein sera áhugaverd roynd at hava norðmenn við eitt tíðarskeið, tí norðmenn eru rættiliga kønir at seta línu eftir brosmu og longu á djúpum vatni undir Føroyum.
Hetta er eitt øki, har føroyingar eru komnir ógvuliga stutt og tað eru mong sum halda, at her er eitt fiskiríkidømi, sum vit áttu at fingið nógv meiri burturúr.