Roynd hjá Livar sveimar í óvissu

Stuðul hevur trekt seg aftur og roynd at seta heimsmet er nú í óvissu. Hoyr samrøðu.

Í mars mánað næsta ár ætlaði Livar Nysted sær at seta heimsmet í at rógva Tvørtur um Suðuratlantshav.

Meiningin var at hann skuldi vera ein av manningini á einum báti, sum skuldi rógva úr Gran Kanaria til Barbados.

 

Heimsmetið á hesum teininum er 32 dagar og endamálið við ferðini hjá Livar og teimum næsta ár, var púra greitt: Teir skuldu royna at seta nýtt heimsmet.

 

 

 

Men nú er ferðin komin í vanda!

 

 

Hoyr samrøðu, sum Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við Livar Nysted í dag. Trýst á pílin undir myndini.