- Vit vísa altíð lagaligheit og hjálpsemi, sigur Finnbogi Arge, formaður í Havnar Bóltfelag. Eins og onnur ítróttarfeløg í landinum, eru HB lagaligir, um onkur ikki hevur ráð til limagjaldið.
- Vit hava altíð sagt ja, um onkur kemur til okkara og biður um eina serliga avtalu, tí fíggjarligu korini eru trong, sigur Finnbogi Arge, formaður í HB. Hann vísir tó á, at hetta verður gjørt í tí stilla, fyri ikki at útstilla tey, sum fáa hjálp.
Finnbogi Arge heldur, at tað er sera týdningarmikið, at øll børn hava møguleikan at luttaka í ítrótti.
- Ítrótturin ger eitt fantastiskt positivt menningararbeiðið. Við at spæla ítrótt koma børnini inn í ein sosialan bólk, sum kann veita teimum góðar rammur. Endamálsorðingin hjá HB nevnir millum annað, at vit skulu menna børnini kropsliga og sosialt, og tí haldi eg tað vera sera týdningarmikið, at øll hava møguleikan at luttaka, sigur hann.
- B36 skal hava stórt rós frá okkum fyri góða avtaluna, teir hava gjørt saman við Í menniskjum góður tokki, og vónandi er støðan tann sama í øðrum ítróttarfeløgum í landinum, at tey gjarna rætta eina hjálpandi hond til tær familjur, ið ikki megna at bera allar byrðarnar sjálvi, sigur Finnbogi Arge at enda.