Nógvir syndarar men ongin vinnari og ongin tapari

Støðan er syndarlig, sigur Leila Solmunde, forkvinna í Meginfelag Teirra Brekaðu

Rørslutarnað og almennir bygningar
 

Føroyski skúlin er ikki fyri øll.
Kirkjan í Føroyum er heldur ikki fyri øll.
Tað eru bygdarhús og samkomuhús heldur ikki.
Tað hevur Leila Solmunde fingið at sanna.
Leila Solmunde er forkvinna í Meginfelag Teirra Brekaðu, MBF.
Fyrr í ár ferðaðist hon landið runt í koyristóli fyri at vita, hvussu almennir bygningar eru hóskandi hjá rørslutarnaðum at sleppa inn í.
Har, sum hon ikki ferðaðist, vóru tað onnur umboð fyri MBF, sum kannaðu teir almennu bygningarnar.
Úrslitið av rundferðini er ein bók sum verður almannakunngjørd týsdagin, tá ið MBF fyllir 25 ár. Hendan bókin er ein vegvísari, sum skal vísa rørslutarnaðum á, hvørjar almennar bygningar í Føroyum tey sleppa inn í og, hvussu umstøðurnar hjá rørslutarnaðum eru í hesum bygningum.
At gera almennar bygningar í Føroyum atkomuligar hjá rørslutarnaðum, hevur í nógv ár verið eitt hitt fremsta hjartamálið hjá MBF.
- Rørslutarnað skulu ikki sita heima, bara tí at tey ikki sleppa inn í ein almennan bygning við koyristóli, tí tað er púra óneyðugt, sigur Leila Solmunde.
 
Nógvir syndarar
Og tað kann skjótt staðfestast, at á hesum øki stendur rættiliga illa til í Føroyum.
Leila Solmunde sigur, at sum heild eru almennir bygningar sera illa atkomuligir hjá rørslutarnaðum.
Hon sigur, at tað er javnt illa statt um alt landið.
- Tað ber ikki til at siga, at støðan er verri summastaðni í landinum og frægari aðrastaðni í landinum. Tað eru nógvir syndarar, men annars ongir vinnarar og ongir taparar, sum hon málber seg.
Men hon sigur, at tað var heldur ikki endamálið við hesi rundferðini kring landið at finna vinnarar og taparar,
- Endamálið við hesum tiltakinum er at skumpa eitt sindur undir politikarar í Løgtingi og í kommunum fyri at fáa teir at gera meiri við at laga almennar bygningar til, so at tað eisini ber til hjá rørslutarnaðum at brúka teir ótarnað.
-Leila Solmunde sigur, at politikarnir hava ein lyklaleiklut í hesum, tí tað eru teir, sum skulu játta pengarnar og við ongum pengum gerst heldur onki.
 
Skúlarnir eru teir stóru syndararnir
Forkvinnan í MBF sigur, at serliga galið er tað í skúlunum, kommunuskrivstovum, kirkjum og samkomuhúsum.
Men bygdarhús og aðrir bygningar eru lítið mætari.
- Tað eru heilir 60-70% av øllum skúlum í Føroyum, sum tað ikki ber til hjá rørslutarnaðum at sleppa inn í.
- Tað eru teir heilt stóru syndararnir, leggur hon afturat. Men tað er næstan líka galið í øðrum bygningum.
-Tað var ikki meiri enn tað hendi seg, at eg slapp inn í eina kommunuskrivstovu.
Hon heldur, at ein orsøk til hetta er, at nógvar kommunuskrivstovur eru gjørdar í gomlum sethúsum, sum eru keypt til kommununa.
Men so er peningur ikki brúktur til at gera tær atkomuligar hjá rørslutarnaðum.
Hon sigur, at nógva staðni eru tað høgar trappur, sum eru forðingin hjá rørslutarnaðum.
Men heilt nógvastaðni eru tað bara smáttarí, sum skulu broytast fyri at rørslutarnað kunnu ferðast frítt í teimum.
- Ein vanligur trupulleiki er, at tað bara er ein gátt, sum er ov høg.
Leila Solmunde sigur, at onkustaðni høvdu tey gjørt skráar til almennar bygningar sum koyristólar kundi fara eftir, men so var ein gátt í úthurðini, sum gjørdi tað ómøguligt at sleppa inn.
- Tað vísir seg, at 15 sentimetrar er standard fyri gáttir í hesum landinum, leggur hon afturat.
Men tað vísir seg eisini, at nógva staðni eru umbyggingar og ábøtur gjørdar í nýggjari tíð, uttan at hugsað er um atkomumøguleikarnar hjá teimum brekaðu.
Tað er eisini vanligt, at almennir stovnar leiga frá privatum, men har verða krøv ikki sett til útleigaran og tað er eisini ein trupulleiki.
 
Brúka wc hjá brekaðum til goymslu
Leila Solmunde vísir kortini eisini á, at tað eru ikki bara trappur og gáttir, sum eru ein forðing.
- Ein rættiliga stórur trupulleiki er nakað so undarligt, um tað, at wc, sum er ætlað brekaðum í almennum bygningum, verður brúkt til goymslu.
- Tað er tíverri heilt vanligt. Tað mest vanliga er, at wc til brekað verður brúkt til at goyma sápudunkar, spannir og aðra útgerð hjá vaskikonuni í. Men tað verður eisini brúkt til aðra goymslu.
Forkvinnan í MBF sigur, at allastaðni hon er komin fram á slíkt, hevur hon víst á, at er brúk fyri at taka eitt wc til goymslu, er tað skeivt at taka wc til brekað.
- So kunnu tey taka tað vanliga wc, tí øll kunnu brúka wc til brekað, men tað eru ikki øll, sum kunnu brúka tað vanliga wc. Tað er betri at gera eitt wc, sum øll kunnu brúka, heldur at gera tvey wc, har nøkur ikki kunnu brúka tað eina.
 
Tankaloysi og skeivur hugburður
Hon er greið yvir, at alt hetta verður ikki gjørt av mótvilja ímóti teimum brekaðu.
- Hetta er tankaloysi og eitt tekin um manglandi ella skeivan hugburð og ofta skal ikki meiri  til enn at broyta tankagongd og hugburð fyri at gera umstøðurnar hjá rørslutarnaðum nógv betri.      
Eitt annað, sum er ein stór forðing hjá brekaðum, eru gongubreytirnar framvið vegunum.
- Tað er til ógvuliga stóran ampa, at gongubreytirnar allastaðni eru høgar og at tað alt ov fáa staðni skráar niður ímóti vegnum, so at fólk í koyristóli kunnu koyra upp á og av gongubreytini.
- Tað er næstan bara frammanfyri bilskúrðar og har bilar koyra, at tað er hugsað um at gera skráar í gongubreytina. Bilarnar hava tey hugsað um, men tað er ikki hugsað um tey, sum sita í koyristóli.
Leila Solmunde sigur, at sostatt er nógv at fara í holt við.
Men fyrst og fremst er neyðugt at fara í holt við at broyta hugburðin. Hon heldur, at tað er í hugburðinum, at tær størstu forðingarnar eru, tí nógvar av broytingunum, sum skulu gerast í trappum, gáttum og gongubreytum, kosta ikki alla verðina.
Annars ásannar hon, at nógvir batar eru hendir hesi seinastu árini. Men hon ásannar samstundis, at tað er langur vegur eftir á mál, áðrenn rørslutarnað hava javnbjóðis møguleikar við øll onnur at ferðast og virka í samfelagnum.
- Tí vónar hon, at hesin nýggi vegvísarin hjá MBF kann fáa rættiliga gongd á menningina.
Tá ið bóklingurin verður almannakunngjørdur týsdagin, fer hon at handa teimum báðum kommunufeløgunum hvør sítt eintak av henni, saman eini vegleiðing um, hvat tað er neyðugt at hugsað um í sambandi við almennar bygningar.
- Okkara vón er, at hesin vegvísarin hjá okkum fer at vekja áhugan hjá politikarum at fara til verka av álvara fyri at gera almennar bygningar soleiðis, at rørslutarnað ótarnað kunnu brúka teir á jøvnum føti við øll onnur.