Brasil og Meksiko vóru oddalið í bólki A, áðrenn umfari í dag. Bæði liðini vunnu sínar fyrstu dystir, ið vóru móti ávíkavíst Kroatia og Kamerun.
Hóast Brasil hevði stórar málmøguleikar, eydnaðist tað ikki at fáa bóltin framvið Meksiko málverjanum, Guillermo Ochoa, ið leikti ein framúr góðan dyst.
Meksiko hevði eisini einstakar málmøguleikar. Sum oftast var tað tó langskot, ið manglaðu dygd.
Sjálvt um dysturin endaði málleysur var tað allíkavæl ein ferðmikil dystur, við nógvum nærdystum og taklingum. Dómarin, Cuneyt Cakir, loyvdi sum heild hørðum spæli og tað kom hann eisini væl frá. Hóast tað vóru nógvir nærdystir, komu einans 4 gul kort í dystinum. Tvey til Meksiko og tvey til Brasil.
Hin dysturin í bólki A verður leiktur í annaðkvøld klokkan 23:00, tá Kamerun og Kroatia bresta saman.
Brasil - Meksiko 0-0 (0-0)