Tíðindaskriv, Búskaparráðið:
Búskaparráðið hevur í samstarvi við Hagstovu Føroya mett um vøksturin í BTÚ í ársins prísum fyri árini 2024 – 2026. Vøksturin í BTÚ er mettur at vera ávikavist 3,3% í 2024, 2,0% 2025 og 6,1% í 2026, sí talvuna niðanfyri.
Hóast metti vøksturin í BTÚ í 2025 tykist lágur, er virksemið framvegis stórt. Tá BTÚ verður gjørt upp í ársins prísum, hava prísbroytingar stóra ávirkan á úrslitið. Tað sæst millum annað í 2022, tá ið høga inflatiónin gjørdi, at vøksturin í BTÚ í ársins prísum bleiv 9,5%. Í 2025 er tað hinvegin lági laksaprísurin, sum ger, at metti vøksturin í BTÚ í ársins prísum einans er 2,0%. Laksaútflutingurin er nærum helvtin av vøruútflutninginum, og tí fáa sveiggj í prísinum á laksi ávirkan á BTÚ í ársins prísum, hóast framleiðslan í alivinnuni er økt nógv í ár. Tøkan av laksi er vaksin munandi higartil í 2025, men prísurin er lækkaður nógv í 2025 orsakað av øktum altjóða útboði.
Flestu av konjunkurávísunum geva ábendingar um hákonjunktur og kapasitetstrýst. Lønargjaldingarnar eru hægri í 2025 samanborið við 2024, áleið 7%. Starvsfólkatalið er høgt og arbeiðsloysið á einum søguliga lágum stigi; í fleiri vinnugreinum er trupult at finna starvsfólk.
##med2##