Í kvøld klokkan 18 spælir føroyska U21-landsliðið annan dystin í hesari EM-undankappingini.
Í EM-undanbólki C tekur Ísland ímóti Føroyum á AVIS-leikvøllinum í Reykjavík.
Dysturin sæst á Rás1 hjá Televarpinum.
Íslendska U21-landsliðið hevur fyrr í ár í venjingardystum vunnið 6-1 á Skotlandi, og 3-0 á Ungarn.
Føroyar vunnu í fyrsta dystinum í hesi kappingini 7. juni 2-1 á Estlandi á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.
Ísland hevur eina stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á íslendskan heimasigur liggja millum 1,20 og 1,26.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 5,40 og 6,17.
Oddsini upp á føroyskan útisigur liggja millum 9,00 og 13,70. So okkara eru veruliga "underdogs" í kvøld.
HER eru oddsini:
##med2##