Mangt skal ein hoyra áðrenn oyruni detta av

?Kommunan bjóðar fólki løn fyri at ansa egnum børnum!? - Deja-vu?

Tað eru eyðsæð eingin mørk fyri hvussu Tórshavnar Býráð kann snúgva sær, tá finnast skal ein loysn á ovurhonds stóra barnaansinartrupulleikanum. Nýggjasta krumspringið er, at familjur kunnu taka egin børn í dagrøkt, gjalda kommununi fyri dagrøktarplássið og samstundis fáa løn sum dagrøktarar. Einasta treytin er, at familjan tekur onnur børn í dagrøkt eisini.


Ein neyðarslig loysn

Við eini handavending er trupulleikin hjá familjuni loystur, frá at vera neyðardýr á langa bíðilistanum til barnaansing, til at fáa eitt dreymakall og verða sett í starv hjá kommununi - sum dagrøktarmamma! Versgóð!

Hetta er, umframt at vera eitt kamuflera kontantgjald, at gera sær dælt av vónleysu støðuni hjá fólki. Tí um fólk veruliga ynsktu at gerast dagrøktarar, so høvdu tey allarhelst longu verið tað.

Tað sum hendir nú, er, at fólk ikki síggja nakra aðra loysn og sostatt gerast dagrøktarar av neyð. Og hvør hevur gleði av einum fólki, hvørs einasta forfeingiliga ynski er at sleppa út aftur á arbeiðsmarknaðin, ja, sum kanska enntá hevur eina útbúgving? Børnini?

Nei, tað er eitt ógemeina undarligt hugflog hesi fólk hava. Toga, snara og toyggja veruleikanum - alt fyri at sleppa undan at taka støðu til og loysa áleikandi trupulleikan, nevniliga at eini 400 børn í kommununi ikki hava eitt ansingarpláss, men eru latin upp í hendurnar á tilvildarligum loysnum, líka frá vælviljandi næstringum til... ja, eg orki ikki tankan!


Prógvar hugburðin

Hettar prógvar enn einaferð hugburðin hjá avvarandi mynduleika til barnatilveruna. Eitt lítið bil, sum skal haldast eyga við og ansast. Og ikki eitt lítið skinn, sum hevur uppiborið eitt mennandi og avbjóðandi umhvørvi, har nærløgd og áhugað fólk starvast - ikki av neyð, men av hugi.


Rigmor Dam