Í ár hava vit valt at taka upp evnið um Müllersfólkini í Havn. Ætlanin var upprunaliga at gera eina framsýning um Ebbu Müller Frú Müller, ið m.a. var reiðari, men mest kend sum stjóri á DFDS í Føroyum. Skjótt gjørdist greitt, at tað var ikki lætt at skjalfesta hana, tó at hon var sjónlig og virkin í samfelagslívinum. Tí var farið í holt við tey Müllersfólk, ið myndaðu avgreiðsluna hjá DFDS, nevniliga sýslumaðurin H.C. Müller, sum var hann, ið fekk ábyrgdina av Foreinaða í 1866, sonin Søren Emil Müller, sum tók yvir, síðani H.C. (y), ið doyði ungur. Frú Müller var kona H.C. (y), og hon helt fram við DFDS, til hon doyði í 1967, og at enda Ebbe, sum doyði árið eftir.
Sostatt umboðaði Müller donsku reiðarafyritøkuna eina heila øld, og røktu tey sambandið við farmi og ferðafólki millum Danmark og Føroyar. Men Müllers-ætttin var meira enn DFDS. Tað sæst í skjølum, at sýslumaðurin H.C., eisini nevndur Gamli Müller, var væl fyri. Hann átti jørð ymsastaðni í Føroyum og harafturat nógvar húsaognir í Havn.
Trý børn hansara vóru í Grønlandi. Tveir synir og ein versonur vóru embætismenn har í eina fjórðingsøld, ein sonur fór yvir til USA. Frá honum frættist ikki aftur, men Søren var við til at flyta býin og Føroyar inn í ta nýggju tíðina við framburði og fyritaksemi.
Verdóttir Søren, Frú Müller, ið var donsk, var víðagitin sum stjóri, reiðari og arbeiðsgevari, men í Havn eisini kend fyri sítt sosiala arbeiði í Asylforeiningini, har kvinnur í Havn royndu at hjálpa har tørvur var hjá fólki í býnum við m.a. og klæðum.
Tá ið vit annars tosa um Müller í dag hugsa vit kanska fyrst og fremst um Müllers pakkhús. Tað var Søren Müller, ið bygdi pakkhúsið. Hann var av teimum størstu vinnulívsmonnunum seinast í 19. og fyrst í 20. øld.
Enn eru søguligar slóðir eftir í pakkhúsinum. Eitt tað fyrsta, sum kemur móti tær inni í pakkhúsinum er roykurin av tjøru. Enn situr hann fastur í húsinum. Á einum veggi stendur Müller við feitum penslastroki, eina aðra staðni er E. Müller prentað við svørtum, við kriti navnið á sluppini, Saltaire Saltoyra, nøvn á fólki, sum í farnum døgum helst hava arbeitt har, lemmar niður í kjallaran og upp á segloftið. Og uppi á hesum lofti standa framvegis myllurnar á heysiverkinum og básarnir, ella seglkoyggjurnar, eina hjá Pf. Hvannasund til King Arthur og Grundick, eina til Tre Søskende og aðrar við.
Á framsýningini eru farmaskjøl frá DFDS, funnin í pakkhúsinum fyri nøkrum árum síðani, læntar av Føroya Landsskjalasavni, sjóvinnulutir og nýggjar fotomyndir úr pakkhúsinum, og myndir av og tekstir um Müllersfólkini. Søguligu myndirnar eru frá Føroya Fornminnissavni, og aðrar læntar við vælvild frá John S. Müller og Óla Jákup Müller.