Samstarvið millum Kina og Norðurkorea skal styrkjast

Stórur spenningur hevur verið um, hvørt norðurkoreanski leiðarin og kinesiski forsetin fóru at hittast í beinleiðis samrøðum í Kina

Kinesiski leiðarin, Xi Jinping, fer at hava beinleiðis samrøður við norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un, og samstarvið millum londini skal styrkjast.

 

Hetta siga tey í kinesiska uttanríkisráðum.

 

Tað er eitt talsfólk hjá ráðnum, Guo Jiakun, sum kemur við hesi útsøgn í dag, nú 80 ár eru liðin, síðan seinni heimsbardagi endaði.

 

Stórur spenningur hevur verið um, hvørt norðurkoreanski leiðarin og kinesiski forsetin fóru at hittast í beinleiðis samrøðum í Kina.

 

Viðurskiftini millum londini hava ikki verið nakað serlig seinnu árini, hóast Kina er størsti handilspartur hjá einaræðnum, Norðurkorea.

 

Sambært talsfólkinum hjá kinesiska uttanríkisráðnum fara teir báðir leiðararnir at viðgera mál, sum fylla nógv í báðum londunum.

 

- Kina er sinnað at samstarva við Norðurkorea fyri eitt nú at styrkja strategiskt samskifti, sigur Guo Jiakun í kinesiska uttanríkisráðnum.