Kvinnufótbólturin hevur tað ikki gott

– Heldur tað fram, sum tað ger nú, endar tað heilt galið. Alla aðrastaðni økist áhugin fyri kvinnufótbólti, men her bara minkar hann, sigur Malena Josephsen, liðformaður hjá KÍ-kvinnunum, sum í 10 ár hava verið einaráðandi í føroyskum kvinnufótbólti

Kvinnufótbóltur: Síðstu 20 árini hevur hon spælt fótbólt, harav tey síðstu 16 árini í bestu kvinnudeildini, og seinnu árini hevur hon verið liðformaður hjá KÍ-kvinnunum, sum hava vunnið føroyameistaraheitið tilsamans 11 ferðir, harav síðstu 10 árini á rað, umframt steypakappingina sjey ferðir.
Talan er um 33 ára gomlu Malenu Josephsen, ið er ein ímynd av fantastisku KÍ-kvinnunum, ið hava verið einaráðandi í kvinnufótbóltinum tað mesta av hennara tíð sum spælari. Onkur feløg hava roynt at bjóðað av viðhvørt, men meiri enn onkran steypasigur er tað ikki blivið til – sum í fjør til AB.
Men hóast Malena hevur verið við leingi og hevur vunnið so nógv sum nakar, er hon ikki nøgd við ta støðu, føroyskur kvinnufótbóltur sum heild er í, tí hon heldur, at tað kundi verið so nógv betri.
– Við árunum er sjálvt spælið blivið betri, men tíverri kann tað sama ikki sigast um áhugan og umstøðurnar. Alla aðrastaðni stendur áhugin fyri kvinnufótbólti í vøkstri, men her í Føroyum sær hann bara út til at minka, sigur Malena, ið heldur hetta vera stórt spell.
– Tey fyrstu árini, tá eg spældi, vóru nógv fleiri gentur, ið spældu fótbólt, men nú gongur bara hin vegin. Samanbera vit við hondbólt og flogbólt, so verður har gjørt líka nógv burtur úr kvinnunum, sum monnunum, men í fótbóltinum sær alsamt meira út til, at kvinnurnar verða gloymdar.

Saknar ætlanir
Malena sigur, at hetta ikki er eitt sjónarmið, sum skal fatast sum grenj ella atfinning at nøkrum einstøkum, men heldur ein staðfesting av, at hetta er veruleikin. Og hon sigur, at hetta hevur verið gongdin í mong ár nú, so allir partar mugu hjálpa til fyri at fáa vent keðiligu gongdini.
– Skulu vit fáa meira fokus á kvinnufótbóltin, so áhugin og tilgongdin økjast, mugu øll gera sítt til, at tað verður betri. Genturnar mugu sjálvar vera meira áhugaðar, feløgini mugu hjálpa meira til, Fótbóltssambandið má gera sítt, og so kunnu fjølmiðlarnir eisini gera góðan mun, sigur hon.
– Eg ikki ordiliga, hvat skal til, men eru karmarnir í lagi, so ávirkar tað sjálvandi eisini áhugan tann rætta vegin. Er alt ótrygt, tímir eingin at spæla, tí tryggleiki hevur nógv at siga. Her liggur í øllum førum eitt stórt arbeiði fyri framman, tí heldur tað fram, sum tað ger nú, verður tað bara heilt galið.
Eisini Fótbóltssambandið kann gera sítt, og her hugsar Malena Josephsen serliga um arbeiði við kvinnulandsliðnum, ið ikki tykist verða gjørt eftir nakrari miðvísari ætlan.
– Vit vóru nú til eina stóra kapping í Portugal saman við heimsins bestu kvinnulandsliðum, men hóast tað var gott og ein stór uppliving, liggur eingin ætlan aftanfyri. Pengarnir kundu tað sama verið spardir, tí eingin orsøk er at senda okkum til eina kapping, uttan at nakað meira skal henda, sigur hon.

KÍ-framtíðin er ljós
Fyri framman liggur nú enn eitt langt kappingarár, og Malena er aftur í ár partur av KÍ-hópinum. Í fjør fekk KÍ harða kapping frá AB, ið vann silvur í landskappingini og vann á KÍ í steypafinaluni. Nógv bendir á, at AB eisini verður tann harðasti kappingarneytin í ár, men óansæð avbjóðara ella ikki, ætlar KÍ tað sama sum undanfarin ár, sum er enn eina ferð at enda á ovastu rók.
– Eg má viðganga, at hugurin minkar við árunum, og eg ivaðist eisini í, um eg skuldi spæla í ár. Men eg haldi ikki, at eg kann gevast, so leingi sum eg klári at fylgja við. At eg havi vant síðani november, tí eg skuldi avstað við landsliðnum, hevur skundað eitt sindur undir, men samstundis eri eg eisini eitt sindur troytt av fótbóltinum akkurát nú, sigur hon.
Malena staðfestir, at KÍ sær út til at vera væl fyri, hóast eitt sindur torført er at meta um tað, nú kavin hevur darvað venjingini nógv. KÍ vann í fjør deildirnar gentur 12-14 og 14-17, og serliga væntar hon sær nógv av fleiri av teimum, sum spældu við yngru deildini í fjør, men nú hava aldur til 14-17 ár.
– Her eru fleiri góðar, so framtíðin sær ljós út. Men so skulu tær eisini halda fram, tí tað vísir seg tíverri, at gentur 14-17 er tann deildin, har flestar gentur falla frá og gevast at spæla, tí tá blívur tað líkasum meira álvari í, sigur Malena Josephsen.