Havið svart av lomviga

Eg havi ikki sæð so nógvan lomviga fyrr. Einar tveir fjórðingar norður úr Kallinum og allan vegin inn í Djúpini var havið svart av lomviga og lunda, sigur skiparin á Jupiter, Martin Petersen

Samstundis sum tað hoyrist frá fleygaplássunum um óvanliga vánaligt fleygaár, sær kortini út til, at fuglur er undir landinum.

Tá vit tosaðu við Martin Petersen, skipara á Jupiter, í morgun, kundi hann greiða frá einari slíkari rúgvu av svartfugli, sum hann ikki hevði sæð áður.

- Havið var svart av fugli. Har var bæði lomvigi, álka og lundi, sigur Martin Petersen.

Hann heldur, at tað man vera nebbasildin, sum dregur fuglin á ta leiðina.

- Hetta er góð sildafiskaleið, og tað rekur norður í løtuni, so tað passar væl, segði Martin Petersen, tá vit tosaðu við hann.

Tá vóru teir komnir inn í Djúpini, og teir sóu framvegis stórar lomvigaflokkar, tó at fuglurin fækkaðist longur inn í Djúpini teir komu.

Jupiter hevur annars verið norðanfyri og leitað. Tað var sera nógvur makrelur at síggja, men minni av sild. Sildin er annars so feit í løtuni, og tí leys í tí og illa nýtandi til matna.

- Vit fara inn nú at bíða. Tað gamla var at fara avstað eftir Ólavsøku, men eg vænti ikki vit bíða so leingi. Vit eru í hvussu er klárir, um sildin skuldi stungið seg upp á Sandoyarbankanum. Tað er heystgýtandi sildin, vit kalla. Makrelin plaga vit at fara á í oktober, sigur Martin Petersen.

Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu eru eisini á veg inn. Teir hava somuleiðis verið norðanfyri og leitað, onkur heilt norðuri móti grønlendska markinum.

Tað passar samstundis sera væl hjá skipunum at koma inn júst nú, tá ið G! festivalurin fer í gongd.