Alivinnan
?Øll alivinnan í Føroyum, hongur í einum sera klønum trái.
Marner Jacobsen,stjóri í Føroya Sparikassa, sigur, at støðan hjá føroysku alivinnuni er næstan vónleys.
Men hann heldur eisini, at teir flestu trupulleikarnar hjá alivinnuni, hava vit skapt sjálvir.
?Prísin á heimsmarknaðinum fáa vit ikki gjørt nógv við. Vit fáa kanska heldur ikki gjørt so nóg við, at vit fáa útbrot av sjúkum.
? Men teir størstu trupulleikarnar fáa vit gjørt nakað við.
Hann sipar til, at tað er ikki loyvt at pantseta aliloyvi og at tað heldur ikki er loyvt útlendskum kapitali upp í alivinnuna. Og hann sipar eisini til, at alivinnan verður umsitin politiskt.
?Hetta eru viðurskifti, sum vit hava fult ræði á, men hesi viðurskifti eru fullkomiliga hopleys í Føroyum, sigur Marner Jacobsen.
Skal hava 180-200 milliónir næsta ár
Stjórin í Sparikassanum vísir á, at skulu vit framvegis hava alivinnu í Føroyum, skal alivinnan hava einar 180-200 milliónir afturat í eginpeningi komandi ár.
?Men hvaðani skal tann peningurin koma frá, spyr hann.
Hann sigur, at árið í ár hevur prógvað, at tað ber ikki til at útvega so stórar upphæddir í Føroyum.
?Samstundis forðar lógin fyri, at útlendingar eiga meiri enn ein triðing av alivinnuni.
Tí heldur Marner Jacobsen avgjørt, at útlendingar skulu hava loyvi til at seta pening í alivinnuna í Føroyum.
Hann sigur, at hetta er eitt álvarsmál, sum politikarar eiga at taka støðu til.
? Hetta eigur at vera eitt tað fyrsta, sum eitt nývalt Løgting eigur at taka støðu til, heldur hann.
Marner Jacobsen sigur, at støðan hjá alivinnuni er so einføld: Fær hon ikki hesar 180-200 milliónirnar afturat í eginpeningi, fer alivinan heldur ikki at fáa fígging longur .
-Og fær hon onga fígging, so fer hon fyri bakka. Einar 180-200 milliónir afturat í eginpeningi eru ein avgjørd fortreyt fyri at alivinnan skal kunna fáa fígging og sostatt verða lív laga.
?Fær hon ikki hendan eginpeningin afturat, verður ongin fígging til at seta smolt út komandi ár. Í fjør settu vit 18 milliónir smolt út. Í ár 7,5 milliónir, kanska enntá minni, og tað kann skjótt verða uppaftur minni næsta ár, so so steðgar alivinnan av sær sjálvum.
? Tí er hetta ein trupulleiki, sum politikarar áttu at tikið støðu til. men tíverri vísir tað seg sum um at politikarar ikki megnað at taka støðu til álvarsmálini. Tað verður mest til smámálini um, hvussu barnið skal eita o.s.fr.
?Støðan í alivinnuni er sera álvarslig, men eg haldi, at politikarar antin undirmeta støðuna, ella fortrongja teir trupulleikan, sigur Marner Jacobsen.