Brúkaraumboðið fer aftur at kunna

Rannvá Ragnarsdóttir, brúkaraumboð, heldur at soðið verður ov tunt, um hon skal kunna um hvørt einstakt mál. Hon hevur meira hug at taka saman um fleiri mál og aftur at senda frágreiðingar út

1. september tók Rannvá Ragnarsdóttir við starvinum sum stjóri á Brúkaraumboðnum.
Hesar tveir mánaðirnar hevur almenningurin ikki hoyrt eitt kis frá stovninum.
- Tað fyrsta, vit gjørdu, var at flyta stovnin til Havnar, og síðan hava vit avgreitt onkur mál, sigur Rannvá Ragnarsdóttir.
Eins og undanfarni stjóri gjørdi, ætlar hon framyvir at senda út frágreiðingar, men fleiri av málunum eru ov smá til at skriva almenna frágreiðing bara um tað málið. Hon hevur betur hug at skriva frágreiðingar um fleiri mál í senn og so gera nakrar viðmerkingar til tey.
Rannvá Ragnarsdóttir sigur, at tey flestu málini verða avgreidd við samráðingum, og í flestu førum verður ein semja tikin til eftirtektar.
Brúkaraumboðið er í gongd við at viðgera nøkur mál.
Tað koma ikki nógvar klagur frá brúkarum. Oftari eru tað kappingarneytar, sum senda Brúkaraumboðnum kærur.
Men sjálvt um brúkarin beinleiðis sjáldan klagar, eru tað brúkaramál, sum fólk tosa nógv um.
- Fólk ganga høgt uppí, at lýsingar við tilboðum ikki upplýsa upprunaprísin. Tey vilja vita tann prísin eisini, sigur Rannvá Ragnarsdóttir.