Borgarstjórin í Klakvík slapp ikki heimaftur

Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, sum hevur verið á vitjan í Tróndheimi í Noreg, lá øskuføst í Tróndheimi í gjár - tí øll flúgving er avlýst.

Saman við Dávuri Winther, mentanarleiðara hjá Klaksvíkar kommunu, hevur borgarstjórin verið á vinarbýarferð í Tróndheimi.

Men tá tey skuldu heimaftur í gjár, varð øll flúgving avlýst. Tí máttu tey ta longu leið við bussi úr Tróndheimi til Oslo. Haðani skulu tey sigla við ferju í 12 tímar til Frederikshavn. Síðani skulu tey við toki í fýra tímar til Esbjerg - haðani skulu tey við Norrønu sigla í 36 tímar til Føroya.