Arnesen fær av at vita

Danski ítróttarstjórin hjá Chelsea, Frank Arnesen, fær av at vita í ensku miðlunum. Eitt er, at Arnesen verður mettur at vera ein av høvuðspersónunum í gøluni, sum helst kostar felagnum eitt ára transfer-bann. Annað er, at Frank Arnesen í fyrrverandi starvi sínum sum talentstjóri hevur nýtt á leið hálva milliard upp á ungar spælarar, uttan at nakar av hesum hevur vunnið seg fram á besta liðið hjá Chelsea. Nakað sum ensku miðlarnir halda vera eina sanna fiasko.