fyri Noreg í 70-unum nýtist ikki at vera gott fyri Føroyar í 90-unum. Árni Olafsson nam eisini við manningarspurningin í fiskivinnu og oljuvinnu. Hann helt seg hava lagt til merkis, at tað longu í dag er kapping [...] helt, at føroyingar hava brúk fyri í mesta lagi eini útgerðarhavn í eini leitifasu. Hann helt, at føroyingar í eini leitifasu ikki nýttust at gera stórar íløgur í nýggjar havnir og basar, men heldur brúka [...] , havnir og havnaøki. Jan H. T. Olsen vísti í hesum sambandi á tað, sum hevði verið óheppið í gongdini í Noregi. Hann segði, at nógv av tí, sum varð gjørt í byrjanini av útviklingunum, var óneyðugt. Nógvar
fingin í lag. Á ferðini í Føroyum var eisini Eva Vinding, heilsufakligur deildarleiðari. Ørindini vóru at vitja sjúkrahúsini í Føroyum og m.a. eisini at tosa við landslæknan um ymisk viðurskifti í sambandi [...] á sjúkrahúsunum í Havn, Suðuroy og í Klaksvík. Eva Vinding er serkøn á heilsufakliga økinum. Hon vísti á trupulleikar í Danmark, sum eisini eru i Føroyum, og greiddi frá, hvussu hesir í Danmark vóru loystir [...] okkum út í internu viðurskiftini á sjúkrahúsunum í Føroyum, sigur Einar Krag. Hann er hugtikin av, hvussu væl viðurskiftini eru skipað á sjúkrahúsøkinum, og hvussu nógv og góð hugskot komu fram í samrøðunum
Eirikur Lindenskov Í áru eru liðin 50 ár síðani, at Skipafelagið Føroyar gjørdist umboð hjá russisku bátunum í Føroyum, og fer felagið at hátíðarhalda hetta seinni í mánaðinum. Í 50?unum vóru nógv russisk [...] undir Føroyum og fiska svartkjaft. Besta tíðin er í juni. Nógvir russar eru eisini í Irmingarhavinum og fiska kongafisk, sum gevur meira av sær, sigur Árni Dam. Men tríggar teir fyrstu mánaðirnar í ár hava [...] eldru sjúkrasystrunum á Landssjúkrahúsinum, at eitt nú í 1957 lógu 27 russiskir sjómenn á sjúkrahúsinum í ein dag. Árni Dam kom á Skipafelagið at arbeiða í 1960, men síðan 1978 bevur hann tikið sær av deildini
FISC-bólkurin í London gjørt eitt stórt lobbyarbeiði til frama fyri Føroyum. Umboð fyri bólkin hava hvør í sínum lag roynt at tosa við bretskar politikarar fyri at fáa teir at skilja støðu okkara í grindamálinum [...] EITT orð sum sjáldan verður havt á lofti í Føroyum er lobbyistur - lobbyvirksemi. Í orðabókini stendur hetta til at merkja krókapolitikari - krókatutl. NÚ vit eru við at gerast ein meira integreraður partur [...] av einum føroyskum talsmanni í Bruxelles hevur orðið verið nógv brúkt. Nevniliga í merkingini, hvussu ein tílíkur talsmaður kann vera við til at ávirka politikarar o.o. í øðrum londum at skilja støðu okkara
at taka hetta mál upp globalt. So í veruleikanum mótarbeiða við øllum nýggjum leitingum, eisini tí í Føroyum. Sue Cooper sigur, at orsøkin til at tey hava valt Rockall í hesi herferðini er tann, at heili [...] álvaran í herferðini hjá felagsskapinum. Sosialurin skilur, at fólk í oljuvinnuni taka vaksandi virksemi há Greenpeace á Atlantsmóti í stórum álvara, tí júst hetta økið hevur so stóran týdning í leitingini [...] Greenpeace í Bretlandi hevur tikið Rokkin ella Rock-all. Hetta henda gjáramorg-unin. Ein tyrla setti trý fólk niður á einsamalla klettin í Norðuratlantshavi í einum yvirlivilsishylki. Sue Cooper, pres
Havi nú í eina tíð búð í Grønlandi og havi har brúkt Internet áðrenn eg kom aftur til Føroya. Nú havi eg roynt hesa tænastu í Føroyum og hon er einki annað enn út av lagi vánalig. Ein hoyrir ikki nakað [...] verður upp til skipanina. Hetta hendi seg næstan ikki í Grønlandi. Nógv lættari skuldi verið at fingið hetta at virkað í einum lítlum landi sum Føroyum og tí kann hetta ikki góðtakast. Eg ætli mær ikki at [...] at fara longur við hesi skipan og fari at bíða til verandi internet umboð ella onkur annar her á landi kann bjóða eina tænastu, sum er at liva við og vil ráða øðrum til tað sama. Internet fan
løgum, sum umframt at arbeiða í skipavinnuni, eisini arbeiðir í frálandavinnuni. Á skeiðnum vóru tvey umboð fyri Lloyds Register. Tað var varastjórin á frálandadeildini í London, Walter J. Winkworth og [...] gongdina í øðrum londum. Eg haldi hetta hóskar væl at fara undir nú sigur Ernst Mogensen, sum hevur drúgvar royndir frá oljuvinnuni í fleiri londum og her serliga í Norðsjóvarøkinum. -Eg havi verið við í donskum [...] Í farnu viku varð rættiliga týdningarmikið stig tikið í sambandi við eina komandi føroyska oljuvinnu. Tað var tá bretska klassingarfelagið Lloyds Register skipaði fyri skeiði á Hotel Føroyum fyri umboðum
her, tá 1. útbjóðingarumfarið er veruleiki. Í løtuni brúkar ein løgfrøðingur stóran part av síni tíð til fyrireikingarnar í sambandi við eina komandi oljuvinnu. Í løtuni verður hugt at umsitingarliga partinum [...] annars herfyri at siga frá, at eitt stórt hálendskt reiðarí, sum rekur skip í frálandavinnuni, umhugsar at skráseta tey í Føroyum. Verður tað aktuelt, so koma manningarnar eisini at leggja skatt eftir seg [...] Alberg Lamhauge sum stjóri á Toll- og Skattastovu Føroya, áðrenn hann tekur við sum fíggjarmálastjóri í Tinganesi, hevur verið at tosa við fólk frá útlendskum oljufeløgum. Oljufeløgini vilja fegin kunna seg
laksaalari í Europa og eigur eitt nú stór alibrúk í Hetlandi og Skotlandi umframt í Noregi. Í dag er Norsk Hydro við í oljuvinnu í Norðsjónum og annars í fleiri øðrum londum. Áhugin fyri at vera við í leiting [...] Hydro. Norsk Hydro Norsk Hydro, sum varð stovnað í 1905, er næststørsta fyritøkan í Noregi í dag. Bert Statoil er størri. Tað almenna eigur meira enn 50% í fyritøkuni, sum arbeiðir kring allan heimin. Oljan [...] terminali ella nú virksemi er í gongd. -Vit vóru í Hetlandi og Orknoyggjunum fyri at síggja, hvussu teir høvdu bygt sínar oljuhavnir, áðrenn vit settu spakan í her sigur borgarstjórin í Øygarden kommunu. Har fingu
Tað fer helst at tátta í eini 80 til 100 fólk úr Føroyum, sum vera hjástødd, tá altjóða oljuframsýningin Offshore Europe 97 verður í Aberdeen sett týsdagin. Tað verður sostatt størsta føroyska luttøkan [...] eini slíkari framsýning. Vit vóru fyrstu ferð á oljuráðstevnu í 1995. Nøkur ár frammanundan var ein stór føroysk sendinevnd á oljumessuni í Aberdeen fyri at vita, hvat henda fyri føroyingar nýggja vinn-an [...] kunnu koma eitt týðandi stig víðari í royndunum at fyrireika seg til eina komandi føroyska frálandavinnu. Hann vísir á, at longu á seinastu messuni vóru tað virki, sum komu í samband við útlendskar fyritøkur