- Viðgerðin er eins góð her og í DK

Tvey umboð fyri leiðsluna í Heilsustýrinum hava verið í Føroyum og kannað heilsuviðurskiftini. Tey lata væl at

Dagny Joensen

Álvur Haraldsen


Einar Krag er nýggjur stjóri í Heilustýrinum, og hann vildi fegin hitta føroyingar og kunna seg um heilsuviðurskiftini í Føroyum, sum eisini hoyra undir hansara arbeiðsøki.

Eftir innbjóðing frá Høgna D. Joensen, landslækna, varð vitjanin fingin í lag. Á ferðini í Føroyum var eisini Eva Vinding, heilsufakligur deildarleiðari.

Ørindini vóru at vitja sjúkrahúsini í Føroyum og m.a. eisini at tosa við landslæknan um ymisk viðurskifti í sambandi við at føroyska heilsuverkið hevur fingið loyvi at nýta P-talið, og um veitingar og viðgerðargongd í heilsuverkinum.


Heilivágskráseting

- Hvat kann slík skráseting nýtast til?

-Tað er neyðugt við haldgóðum tilfari, tá skrásetingar og hagtøl skulu gerast í heilsuverkinum, sigur Einar Krag.

Í januar mánað í ár kom álitið ? Avbjóðingar á sjúkrahúsøkinum fram til ár 2000³ í Danmark, og tí vildi Heilsustýrið eisini gera sær eina mynd av, hvussu føroyska heilsuverkið var skipað.

Ørindini vóru eisini at kunna føroysku heilsumyndugleikarnar um álitið, eins og greiða frá, hvussu sjúkrahúsverkið í Danmark virkar.

- Endamálið er at veita góða viðgerð, men í Danmark eru tey smáu sjúkrahúsini ein trupulleiki, tí tey skulu veita eins góða viðgerð og tey stóru sjúkrahúsini. Tí er tað umráðandi sambært áltinum at tillaga tey smáu sjúkrahúsini, og geva teimum møguleika at virka saman við teimum stóru.


Samstarv millum sjúkrahúsini

- Í Danmark tosa vit eisini um at varðveita tey smáu sjúkrahúsini, men samstundis arbeiða vit fyri størri samstarvi millum læknar og aðrar heilsuligar fakbólkar á sjúkrahúsøkinum. Tað verður gjørt m.a. við at starvsfólkini á teimum smáu sjúkrahúsunum við jøvnum millumbilum fáa undirvísing á stóru sjúkrahúsunum.

- Vit komu ikki hendavegin, fyri at leggja okkum út í internu viðurskiftini á sjúkrahúsunum í Føroyum, sigur Einar Krag.

Hann er hugtikin av, hvussu væl viðurskiftini eru skipað á sjúkrahúsøkinum, og hvussu nógv og góð hugskot komu fram í samrøðunum við starvsfólkini á sjúkrahúsunum í Havn, Suðuroy og í Klaksvík.

Eva Vinding er serkøn á heilsufakliga økinum. Hon vísti á trupulleikar í Danmark, sum eisini eru i Føroyum, og greiddi frá, hvussu hesir í Danmark vóru loystir.

- Fáa sjúklingar eins góða viðgerð í Føroyum og í Danmark?

- Føroyingar fáa 1. karakter frá okkum. Eftir at hava kannað umstøðurnar og arbeiðið á sjúkrahúsunum, eru vit sannførd um, at viðgerðin stendur fult út mát við tað, sum verður veitt í Danmark, sigur stjórin í Heilsustýrinum.


Neyðugt við trimum sjúkrahúsum

Vitjanin sannførdi hann um, at tað er neyðugt at hava trý sjúkrahús í Føroyum, hóast Einar Krag ikki heldur tað verða nakra lætta uppgávu, hjá so lítlum landi sum okkara.

-Tað er kortini umráðandi at leggja dent á, at Heilsustýrið ikki hevur ávirkan á, hvussu sjúkrahúsverkið verður skipað í Føroyum. Tað er ein føroyskur politiskur spurningur, sum bert føroyingar skulu taka støðu til. Vit skulu bert tryggja, at heilsuviðurskiftini eru í lagi, sigur Einar Krag.

Umboð fyri Heilsustýrið hava ikki vitjað í Føroyum seinastu 17 árini.