EITT orð sum sjáldan verður havt á lofti í Føroyum er lobbyistur - lobbyvirksemi. Í orðabókini stendur hetta til at merkja krókapolitikari - krókatutl.
NÚ vit eru við at gerast ein meira integreraður partur av Europa og umheiminum annars er greitt, at tað oftari fer at verða gjørt brúk av orðinum. Merkingin av tí er við kennskapi, status og umhugsni at kunna ávirka onnur soleiðis, at hetta gagnar tær og tínari støðu.
HETTA er serstakliga kent frá tí politiska lívinum. Í øðrum londum er lobbyisman ein týðandi partur av tí politiska spælinum. Sum so byggir hon á kunnleika og vitan - hvussu tú við hesum báðum amboðum kann fáa ein annan part til at skilja tína støðu betur og helst hava virðing fyri henni.
UNDIR orðaskiftinum á tingi um setan av einum føroyskum talsmanni í Bruxelles hevur orðið verið nógv brúkt. Nevniliga í merkingini, hvussu ein tílíkur talsmaður kann vera við til at ávirka politikarar o.o. í øðrum londum at skilja støðu okkara og helst taka undir við henni.
TÍÐIN er helst komin hartil, at føroyingar gera sær meira greitt, hvønn týdning lobbyisturin og lobbyvirksemi veruliga kann hava fyri okkum øll, sum búleikast á hesum klettum. Tað er ein spurningur um at duga at tosa okkara felags søk. Lat okkum bara taka grindamálið. Tað er eitt gott dømi um, har tú hevur brúk fyri lobbyistum. Her hevur t.d. FISC-bólkurin í London gjørt eitt stórt lobbyarbeiði til frama fyri Føroyum. Umboð fyri bólkin hava hvør í sínum lag roynt at tosa við bretskar politikarar fyri at fáa teir at skilja støðu okkara í grindamálinum og harvið ikki blint at taka undir við teimum víðgongdu umhvørvisfelagsskapunum. Her skylda Føroyar einum manni sum Louis Wilson, leiðara í FISC, stóra tøkk fyri tað lobbyarbeiði hann og hansara felagar hava gjørt.
Í fleiri ár hevur verið roynt at loysa marknatrætuna við bretar. Men tað sýnist sum eingin loysn er í eygsjón. Nettup í einum slíkum máli er brúk fyri lobbyvirksemi tvs. at tað áttu at verið fólk, politikarar o.o. sum høvdu til uppgávu at kunna bretar um støðu okkara í hesum máli. Eisini journalistar kunnu vera lobbyistar. Hetta sagt við positivari merking. Tú kanst vera neutralur og objektivur í einum máli men úrslitið av tínum arbeiði kann verða lagt út sum gott lobbyvirksemi fyri eina sak ella ein part.
JÚST í hesum døgum hevur ein kendur bretskur journalistur verið á vitjan í Føroyum. Eitt av málunum hann viðgjørdi var nettup marknatrætan við bretar. Ein av komandi døgunum verður tískil sending í BBC, har journalisturin fer at lata føroyingar koma til orðanna í hesum álvarsmáli, nakað sum ongantíð er hent fyrr í Bretlandi. Við øðrum orðum verður hetta fyrstu ferð at bretski almenningurin og eisini flestu av bretsku politikarunum fáa høvi til at fáa kunnleika um hetta málið og hvat føroyingar meina um tað. Sjálvandi verða eisini bretsku sjónarmiðini við. Sendingin um marknatrætuna verður at hoyra í mest einum tí mest kenda útvarpsprogramminum ?Today³, sum oftani er tað, ið leggur dagsskránna fyri orðaskiftinum aftaná.
NÚ skulu vit sjálvandi ikki vera so bláoygd og halda, at bretar fara at skifta kós bara tí at nakrir føroyingar siga sína hugsan í BBC. Hinvegin er tað tó sera týdningarmikið, at okkara sjónarmið koma fram - tí tey kunnu kanska vera við til at bloyta málið upp og í síðsta enda tryggja okkum eina rímuliga góða avtalu. So tá tosað verður um lobbyvirksemi er tað eisini ómetaliga týdningarmikið, at vit føroyingar taka okkum væl av teimum útlendsku fjølmiðlafólkunum og annars øllum øðrum, sum her vitja - fyri at geva teimum - ikki eina kunstiga ella avskeplaða mynd av Føroyum - men eina mynd, sum samsvarar við dagsins veruleika. Sum so eru vit øll lobbyistar hvør í sínum lag. Men viðhvørt er tað meira neyðugt at minnast til tað og virka út frá tí.