Havi nú í eina tíð búð í Grønlandi og havi har brúkt Internet áðrenn eg kom aftur til Føroya. Nú havi eg roynt hesa tænastu í Føroyum og hon er einki annað enn út av lagi vánalig.
Ein hoyrir ikki nakað um hetta og helst er grundin tann, at flest fólk her á landi einki annað hava at samanbera við og kunnu tí ikki gera vart við støðuna.
Um kvøldið er næstan ikki hugsingur um at koma ígjøgnum, tá ringt verður upp til skipanina. Hetta hendi seg næstan ikki í Grønlandi. Nógv lættari skuldi verið at fingið hetta at virkað í einum lítlum landi sum Føroyum og tí kann hetta ikki góðtakast.
Eg ætli mær ikki at fara longur við hesi skipan og fari at bíða til verandi internet umboð ella onkur annar her á landi kann bjóða eina tænastu, sum er at liva við og vil ráða øðrum til tað sama.
Internet fan