Toll- og skattamyndugleikar fyrireika seg til frálandavinnuna

Millum seinastu uppgávurnar hjá Petur Alberg Lamhauge sum stjóri á Toll- og Skattastovu Føroya, áðrenn hann tekur við sum fíggjarmálastjóri í Tinganesi, hevur verið at tosa við fólk frá útlendskum oljufeløgum. Oljufeløgini vilja fegin kunna seg við, hvussu føroyska toll- og skattaskipanin er innrættað og annars vilja tey eisini greiða frá sær sjálvum.

Nú um dagarnar vóru fleiri umboð fyri stóra amerikanska oljufelagið Amoco á vitjan á Toll- og Skattstovuni, har tey m.a. hittu stjóran.

Petur Alberg Lamhauge sigur annars, at teir so smátt eru við at fyrireika seg uppá eina komandi oljuvinnu. Hetta krevur nógva orku, og hvat skatti viðvíkur, so krevur tað eisini nógva nýggja vitan. Her er m.a. talan um eftirlit við oljufeløgunum og teirra undirentreprenørum, sum longu eru her, men sum serstakliga fara at arbeiða her, tá 1. útbjóðingarumfarið er veruleiki.

Í løtuni brúkar ein løgfrøðingur stóran part av síni tíð til fyrireikingarnar í sambandi við eina komandi oljuvinnu. Í løtuni verður hugt at umsitingarliga partinum av lógvarverkinum.

Petur Alberg Lamhauge sigur, at tað verður ikki fyrr enn kolvetnislóggávan er samtykt, at skattaoljupengar fara at koma til landið, hóast tað ikki verður tað stóra í byrjanini. Her verður serliga talan um fólk, sum koma at arbeiða við víðari forkanningum.

Uppá fyrispurning um vit føroyingar ikki áttu at kravt av teimum fólkunum, sum eru við seismikkskipum og útgerðar- og hjálparskipum, at tey gjalda skatt her, sigur Petur Alberg Lamhauge, at hetta hevur hann onga viðmerking til.

Sosialurin visti annars herfyri at siga frá, at eitt stórt hálendskt reiðarí, sum rekur skip í frálandavinnuni, umhugsar at skráseta tey í Føroyum. Verður tað aktuelt, so koma manningarnar eisini at leggja skatt eftir seg her.