Gott hugskot við stevnu
Árni Olafson, formaður í Oljuráðleggingarnevndini helt tað vera gott hugskot hjá Føroya Oljuídnað at skipa fyri slíkari stevnu.
-Vit fáa á henda hátt nógv at vita frá teimum, sum eru uppi í vinnuni og hetta gevur okkum so aftur møguleikar at tjakast um hesar spurningar, og tað er umráðandi nú undan viðgerðini á tingi av komandi oljulóggávuni.
Hann helt tað eisini vera eitt gott hugskot, at tað nú var eitt norskt felags, sum var sponsor, tí við hesum hevði ein møguleika at kanalisera vitan úr Noregi til Føroya. Hann helt tað eisini vera heilt nattúrligt at hyggja at Noregi sum undangonguland á oljuøkinum, tí tað hevur fingið nógv burtur úr oljuútviklinginum.
-Men vit mugu gera okkum greitt, at tað, sum var gott fyri Noreg í 70-unum nýtist ikki at vera gott fyri Føroyar í 90-unum.
Árni Olafsson nam eisini við manningarspurningin í fiskivinnu og oljuvinnu. Hann helt seg hava lagt til merkis, at tað longu í dag er kapping um at fáa fólk at manna skipini í hesum báðum vinnum. -Føroysk fiskivinna er í kapping við norska frálandavinnu, har nógvir føroyingar hava hýru. Tað má tí vera ein spurningur hjá okkum at gera tað meira attraktivt at starvast í fiskivinnuni.
Hann helt, at vit eiga at geva hesum gætur og ansa eitt sindur eftir. Annars helt hann, at vit kanska í ov stóran mun ímynda okkum ein útvikling her og nú, tí í veruleikanum snýr tað sum um eitt langt tíðarskeið frá byrjan til tú hevur veruliga framleiðslu.
-Vit mugu ikki gloyma, at vit skulu liva av fiskivinnuni bæði undan og eftir oljuna legði Árni Olafsson aftrat og vísti á, at fiskivinnan er nr. 1 á føroysku dagsskránni.
Brúkið fantasiin
Formaðurin í Oljuráðleggingarnevndini hevði eisini eina áheitan á oljufeløgini. Hann vónaði, at tey fóru at brúka sítt hugflog og sín góða vilja til at fáa føroyska samfelagið og vinnulívið við í ein oljuútvikling, soleiðis at tað kom at skapa arbeiði og inntøkur til landið.
Hann vísti á, at frágreiðingin frá oljuráðleggingarnevdnini viðger hesar spurningar og vónaði, at Oljuráðleggingarnevndin kanska fór at verða før fyri at skipa fyri fleiri seminarum í ár.
Leiting og umhvørvi
Ein av áhoyrarunum, Viberg Sørensen, reiðari segði seg vera positivan mótvegis eini oljuvinnu, tí samfelagið kundi fáa fleiri bein at standa á búskaparliga.
Hann vísti til fyrilesturin hjá Hjalta í Jákupsstovu, har hesin hevði ávarað móti tí skaða, sum seismikkurin kundi gera á eitt nú gýtingarstovnarnar.
Hann spurdi, hvussu tað ber til, at vit hava einki hoyrt til nakrar konsekvensútrokningar, hóast seismikkur hevur verið skotin í tvey ár.
-Eg vóni sjálvandi, at vit finna olju, men her má eisini vera pláss fyri fiskivinnuni, tí hana skulu vita hava eftir oljuna eisini.
Árni Olafsson svaraði, at vit eru sera greiðir yvir ta konflikt, sum er og vil vera millum seismikk og fiskivinnu og nevndi í hesum sambandi, at teir hava gjørt nógv burtur úr hesum málinum í frágreiðingini, sum nú verður latin landsstýrinum.
-Oljufeløgini skulu koma við egnum konsekvensútrokningum fyri tey øki tey ætla at leita á, tá leitifasan byrjar.
Alex Buvik frá Oljufyrisitingini, sum hevur arbeitt við umrøddu málum, segði, at tað í løtuni verður arbeitt við eini ætlan, har flest allir hugsandi spurningar um umhvørvi skulu savnast. Tvs. bæði datainnsavnan, kortlegging av havumhvørvi, veðurlag, biologi ol.
Tað fer at verða álagt oljufeløgunum at gera konsekvensútrokningar. Hann helt tað í fyrstu atløgu verða rætt at hyggja eftir teimum økjum, sum verða boðin út. Ein kann so ikki krevja av oljufeløgunum, at tey skuldu kanna alt økið sum heild.
-Skal allur tann føroyski landgrunnurin kannast, so er hetta meira ein almenn uppgáva.
Hjalti í Jákupstovu frá Fiskiránnsóknarstovuni spurdi, hví Noreg fór burtur frá tí skipan, sum vit føroyingar nú fáa, nevniliga henni at lata tað vera upp til oljufeløgini at taka sær av hesum umhvørviskanningum heldur enn at lata tað vera eina almenna uppgávu her heima at stýra og standa fyri hesum!
Fyrrverandi norski fiskimálaráðharrin, Jan Henry T. Olsen segði, at norðmenn høvdu broytt
skipanina frá 1985 - frá at
tað vóru oljufeløgini sjálvi, sum tóku sær av kanningunum, til at tað bleiv tað almenna Noreg, sum stóð á odda fyri arbeiðinum.
Hann vísti á, at tá skipanin varð broytt, var hetta tí at teir hildu, at tíðin var komin til at taka alla økoskipanina við í kanningarnar.
-Vit hildu tað var ikki nóg gott, um bert hvørt einstakt felag skuldi taka sær av sínum øki. So stig varð tikið til eina kanning av allari økoskipanini, nú so stórt virksemi varð á øllum tí norska landgrunninum.
Árni Olafsson segði, at í frágreiðingini frá Oljuráðleggingarnevndini verður lagt upp til, at feløgini sjálvi hava ábyrgd av teimum økjum, sum tey arbeiða í og at vísa, at tað tey ætla at gera, ikki er skaðiligt ella av ampa fyri nakað.
Saknaði umboð fyri fiskivinnu
Eisini ein tingmaður tók orðið undir pallborðsorðaskiftinum. Tað var Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi landsstýrismaður.
Hann segði seg vera fegnan um ráðstevnuna, men hann saknaði okkurt umboð fyri føroyska fiskivinnu har.
Hann vísti á manningartrupulleikarnar hjá fiskivinnuni í dag og ímyndaði sær hesar enn størri, tá oljuvinnan av álvara hevur tikið dik á seg.
Fiskiflotin er so mikið gamal, at hann er ikki nóg attraktivur fyri sjófólk. Her høvdu norðmenn so betri umstøður enn føroyingar við teimum skipanum, sum vóru galdandi fyri fiskimenn.
Jóannes Eidesgaard nam eisini við ES-direktivið, sum helst fer at galda fyri Føroyar, um vit gera eina EBS-avtalu við ES. Hann spurdi, hvussu eitt slíkt direktiv fór at gera seg galdandi í Føroyum.
Millum luttakararnar í pallborðinum var eisini fyrrverandi norski fiskarístjórin Knut Vartdal. Hann vísti á trupulleikarnar at fáa fólk til bæði fiskivinnu og oljuvinnu men helt fyri, at tað má skipast so fyri, at báðar vinnurnar kunnu virka síðu um síðu.
Hann helt føroyingar vera væl fyri, tá talan er um bátasíðuna í eini oljuvinnu. -Tit hava nógvar dugnaligar fiski- og sjómenn til at manna bátar í oljuvinnuni. Tað ræður nú um at finna rætta tempoið.
Knut Vartdal helt annars óttan fyri manningartrupulleikanum í fiskivinnuni verða væl grundaðan.
-Rekrutteringin er tann mest grundleggjandi trupulleikin í norskari fiskivinnu í dag. Kanning vísir, at av teimum ungu, sum fáa sær víðari útbúgving, velja minni enn 1/2% fiskivinnu. Hetta vísir bert, at tað fer at verða uppaftur torførari at manna fiskiflotan í framtíðini.
-Ber til at geva eina rímuliga løn, so ber eisini til at loysa henda trupulleika í framtíðini.
Hvat viðvíkur ES-direktivunum, so helt hann ikki, at hesi høvdu nakran praktiskan týdning fyri Noreg, hvørki lisens- ella innkeypsdirektivið.
Teori og praksis
Jan Henry T. Olsen helt fyri, at útbúgvingarskipanin er alt ov teoretisk. Brúk er fyri at kombinera teori og praksis meira. Tað er eisini so, at meðan tað fyrr varð hildið at vera spennandi og forkunnugt at vera í oljuvinnuni, so verður hetta í dag mett sum trivielt, meðan fiskivinnan er meira áhugaverd.
Finn Kristensen, fyrrv. norski orkumálaráðharrin spurdi, hvussu tað kundi bera til, at trupulleikar vóru at manna fiskiflotan, um arbeiðsloysi var 20%.
?Ledige hænder må tage ledige job³ segði fyrrverandi ráðharrin, sum eisini nam við ES-spurningin.
-Hvat viðvíkur ES-direktivunum, so eru her tvey, annað er lisensdireketivið og hitt innkeypsdirektivið. Sambært avtaluni við ES kann Noreg ikki geva sínum egnu fyritøkum framíhjárætt.
Men hetta er so ikki nakar trupulleiki, tí Noreg hevur avmarkaðar ressursir. Sum nú er, er norski staturin við í 50% av lisensunum.
Og nú tá Statoil ikki heldur ynskir at vera við í øllum lisensunum merkir tað jú, at útlendsk feløg kunnu vera við.
Hann helt eisini fleksibilitetin vera størri nú.
-Direktivið er ikki nakar stórur trupulleiki.
Hvat viðvíkur innkeypsdirektivinum, so er tað har ein spurningur um at vera kappingarførur.
Sum er klárar norskur ídnaður at lata umleið helvtina av vørum og tænastum til oljuvinnuna, so her liggur so eisini helvtin eftir hjá útlendskum feløgum.
Javnvág
Jógvan Arge, útvarpsmaður spurdi Finn Kristensen, nær eitt land setir einum oljufelag ov harðar treytir.
Finn Kristensen vísti á, at her er sjálvandi talan um eina javnvág men viðgekk at hon er torfør, tí øðrumegin skal tú ikki styggja burtur oljufeløgini, og hinumegin mást tú heldur ikki lata teimum alt.
Hann vísti annars á, at føroyingar eiga bert at taka tey allarbestu oljufeløgini.
-Tað er ikki pláss fyri 2. og 3. floks oljufeløgum.
Hugburðurin má vera at geva feløgunum arbeiðsfyritreytir, soleiðis at tey eru sinnað at vera her og ikki fara aðrastaðni við sínum íløgum, um somu tíð sum tað verður ein rímuliga stórur biti eftir til Føroyar.
Á pallborðsfundinum varð eisini spurt, hvat norðmenn halda um ætlanina at skipa eitt alment
føroyskt oljufelag.
Finn Kristensen vísti á, at í Noregi høvdu teir trý oljufeløg, tað almenna Statoil, tað hálvalmenna Norsk Hydro og tað privata Saga.
-Vit eru 4 mill. fólk, og ein kann siga, at tað er í lagi at hava hesi trý oljufeløgini.
-Hvat er rætt at gera í einum samfelag við einans 45.000 íbúgvum veit eg ikki. Her finst ikki nakað endaligt svar, men tú mást laga viðurskiftini í hvørjum einstøkum samfelag alt eftir egnum umstøðum.
Finn Kristensen helt, at norska modellið við einum oljudirektorati, sum ikki varð bundið av politisku skipanini, hevði møguliga verið ein góð loysn fyri Føroyar.
Eitt oljudirektorat er eitt sera týdningarmiið amboð vísti hann á.
Ein útgerðarhavn nokk
Spurningurin um hvusu nógvar útgerðarhavnir føroyingar hava tørv á, varð eisini frammi undir orðaskiftinum, og her tóktust norðmenn samdir um, at tað er nóg mikið við eini slíkari havn.
Agnar Strømnes leiðari á Florøbasanum helt, at føroyingar hava brúk fyri í mesta lagi eini útgerðarhavn í eini leitifasu.
Hann helt, at føroyingar í eini leitifasu ikki nýttust at gera stórar íløgur í nýggjar havnir og basar, men heldur
brúka verandi møguleikar, havnir og havnaøki.
Jan H. T. Olsen vísti í hesum sambandi á tað, sum hevði verið óheppið í gongdini í Noregi.
Hann segði, at nógv av tí, sum varð gjørt í byrjanini av útviklingunum, var óneyðugt.
Nógvar kommunur løgdu øki av til hesa nýggju vinnu fyri so seinni at sanna, at her var ikki tørvur.
-Hugsið tykkum væl um, áðrenn tit fara undir eina útbygging. Gerið heldur av, hvat hvør oyggj og hvør kommuna kann og egnar seg best til.