Tíðindaskriv:
Tøkan í Føroyum var 25.392 tons og 5.286 tons í Skotlandi, í mun til ávikavist 21.618 tons og 5.411 tons sama tíðarskeið í fjør.
Í viðmerking til úrslitið sigur Regin Jacobsen, stjóri:
“Vit eru ikki nøgd við fíggjarliga úrslitið í hesum ársfjórðinginum, sum var ávirkað av lágum laksaprísum og framhaldandi høgum altjóða útboði.
Tó eru vit ógvuliga fegin um framúr lívfrøðiligu gongdina í Føroyum. Fellið í sjógvalingini hevur verið metlágt, vøksturin framúr góður og lívfrøðiligu úrslitini tey bestu nakrantíð í søgu felagsins. Týðandi er eisini, at rakstrarkostnaðurin í føroysku sjógvalingini heldur fram at lækka - 12% lægri í Q2 og 14% lægri í Q3, samanborið við somu ársfjórðingar í fjør. Hetta endurspeglar góða lívfrøðiliga gongd, effektiva aling og skynsaman rakstur.
Í Skotlandi var gongdin støðug á flestu alistøðum fyrra partin av ársfjórðinginum, men versnaði, tá sjúka rakti alibrúkið á Portree. Hetta fekk týðandi neiliga ávirkan á úrslitið. Samstundis hevur smoltdeildin í Skotlandi gjørt munandi framstig, síðani hon varð løgd saman við føroysku deildina og skipað sum ein felags eind. Hetta hevur givið meiri støðugleika og styrkt framleiðsluna av stórum, dygdargóðum smolti.
Marknaðarstøðan batnar framyvir, tí altjóða útboðið av laksi minkar, meðan eftirspurningurin eftir dygdargóðum laksi heldur sær. Hetta átti at ført til hægri prísir á laksi gjøgnum veturin og inn í 2026.
Hóast fíggjarligan mótburð í hesum ársfjórðinginum er samtakið væl brynjað til at møta framtíðar møguleikum og avbjóðingum á sterkum lívfrøðiligum grundarlagi. Okkara raðfestingar eru óbroyttar: at styrkja lívfrøðiligu stýringina, at varðveita tamarhaldið á rakstrarkostnaðinum og at veita burðardygt langtíðarvirði við framúr rakstri.”
Roknskapurin fyri triðja ársfjórðing 2025 er at finna á heimasíðu felagsins, www.bakkafrost.com
Samband:
- Regin Jacobsen, CEO í Bakkafrost: +298 235001 (fartlf.)
- Høgni Dahl Jakobsen, CFO í Bakkafrost: +298 235060 (fartlf.)











