Í gjár frættist, at løgmaður ætlar at skerja landsstýrið við trimum landsstýrisfólkum og trimum aðalráðnum. Hetta er tó ikki alment váttað enn. Men tað sigst vera fyrsta tilmæli frá nýskipanarnevndini. Ben Arabo, sum er formaður í nevndini, hevur sagt alment, at nátúrligast hevði verið at byrja í toppinum, og tað verður gjørt, um tað verður soleiðis, sum tað ljóðaði í gjár.
Tað merkir so, at teir tríggir flokkarnir í samgonguni skulu velja hvør sítt landsstýrisfólk, sum skal frá. Óhugsandi er, at løgmaður og forfólkini í Framsókn og Tjóðveldi eru teirra millum. Tí verður tað mett sum vist, at Bjarni Kárasonn Petersen verður ein, sum ikki er landsstýrismaður meira, tá hesin dagurin er av.
Tað mekir, at Árni M. Dam enn einaferð missir tingsessin. Tað gjørdi hann eisini í 2023, tá hann kom á ting fyri Honnu Jensen, sum fór í farloyvi fyri at røkja starvið sum rektari á Miðnámsskúlanum á Kambsdali. Men hon broytti tó brádliga støðu og tók sæti aftur á tingi – og Árni M. Dam reyk út í kuldan. So seint sum 1. september segði Sólvit E. Nolsø tingsessin frá sær, tí er Karlot Hergeirsson, nú blivin valdur tingmaður, og Hanna Jensen og Árni M Dam eru føst varafólk hjá Framsókn. Sum nummar seks á listanum hjá Framsókn er Árni M. Dam seinna varafólk hjá flokkinum, og tí missir hann sessin, um Bjarni Kárason Petersen kemur aftur í tingið.
Hjá Tjóðveldi fellir valið á annaðhvørt Jóhan Christiansen ella Eirik í Jákupsstovu. Verður tað Jóhan Christiansen, so ávirkar tað ikki tingbólkin. Men tað var fyri at styrkja flokkin í Eysturoy, at hann varð settur sum avloysari fyri Høgna Hoydal í Fiskimálaráðnum. Og fellir valið á hann, so rýkar hann úr politikki, tí hann var nummar 17 á listanum hjá Tjóðveldi. Felli valið hinvegin á Eirik í Jákupsstovu, so fer hann aftur í Løgtingið, tí hann er fyrsti varamaður hjá Tjóðveldi. Um so verður, so verður hann varamaður fyri Sirið Stenberg í tinginum, og so varðveitir Tjóðveldi tveir profilar í norður-Føroyum, Eirikur í Jákupsstovu í Klaksvík og Jóhan Christiansen í Leirvík. Tað tala fyri, at tað verður Eirikur í Jákupsstovu, sum fer úr landsstýrinum. Tað merkri so, at Liljan Weihe fer úr Løgtinginum og harvið úr politikki.
Hjá Javnaðarflokkinum eru tríggir møguleikar. Tað kann vera Súsanna Bertholdsen, Djóni Nolsøe Joensen ella Margit Stórá. Súsanna Bertholdsen er fyrsta varafólk hjá Javnaðarflokkinum, hini eru bæði vald á ting. So líka mikið hvør teirra, tað verður, so verður viðkomandi aftur at síggja í tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum.
Tað hevur verið nevnt, at Umhvørvismálaráðið skal niðurleggjast. Tað tala fyri, at tað veðrur Margit Stórá. Tað er eisini hugsandi, at Barna- og útbúgvingarmálaráðið aftur verður lagt saman við Mentamálaráðnum. Tað talar fyri, at tað verður Djóni Nolsøe Joensen.
Heilsumálaráðið verður neyvan niðurlagt. Men verður valt at broyta alla samansetingina við málsøkjum, tí fleiri skulu leggjast saman, so eru allir møguleikar opnir við teimum trimum landsstýrisfókunum hjá Javnaðarflokkinum. Eitt er tó vist, at Kim Durhuus fer úr Løgtinginum við hesi broyting.
Í dag klokkan 14 verða vit øll klókari.










