Tað fer helst at tátta í eini 80 til 100 fólk úr Føroyum, sum vera hjástødd, tá altjóða oljuframsýningin Offshore Europe 97 verður í Aberdeen sett týsdagin. Tað verður sostatt størsta føroyska luttøkan á eini slíkari framsýning. Vit vóru fyrstu ferð á oljuráðstevnu í 1995. Nøkur ár frammanundan var ein stór føroysk sendinevnd á oljumessuni í Aberdeen fyri at vita, hvat henda fyri føroyingar nýggja vinn-an hevði at bjóða uppá.
Tilsamans 18 fyritøkur eru við umframt fleiri almennir stovnar, kommunur, feløg ol.
Spennandi avbjóðing
Menningarstovan stílar fyri tiltakinum. Undangongumaðurin her er Kjartan Kristiansen. Hann sigur við Sosialin, at talan er um eina spennandi avbjóðing fyri føroyskt vinnulív og Føroyar sum heild.
-Vit hava verið við til slíka messu áður. Tá royndi tú at føla teg fram fyri at vita, hvat henda nýggja vinnan ber í sær. Hesaferð er øðrvísi, tí nú vita tær einstøku føroysku fyritøkurnar betri, hvat tær vilja, hvønn tær vilja tosa við osfr.
Kjartan Kristiansen er errin av føroysku luttøkuni og dylur ikki fyri, at virkini á henda hátt kunnu koma eitt týðandi stig víðari í royndunum at fyrireika seg til eina komandi føroyska frálandavinnu.
Hann vísir á, at longu á seinastu messuni vóru tað virki, sum komu í samband við útlendskar fyritøkur og knýttu sambond við tær. Hóast talan er um eina oljumessu, so ber eisini til at fáa hugskot og samarbeiðspartnarar á øðrum økjum eisini. M.a. er dømi um, at virki í Føroyum er farið at framleiða vøru til fiskivinnuna eftir at hava fingið hugskot og upplýsignar á eini oljumessu.
Kjartan Kristiansen sigur, at eitt av endamálunum við luttøkuni er at knýta sambond millum føroysk virki og so teir sokallaðu ?subcontractors? - ?undirleverandørar? hjá stóru oljufeløgunum.
Ber til at fáa so mikið gott samband við hesar útlendsku fyritøkurnar, at tú longu nú kanst vera við í verkætlanum í útlandinum sum eitt slag av undirleverandøri, so er sloppið.
Kjartan Kristiansen heldur, at nettup hetta slag av samarbeiði er nakað, sum kann koma føroyskum ídnaði væl við, tá farið verður undir eina oljuvinnu um ikki so mong ár. Tí tá hevur tú útvegað tær royndirnar at arbeiða í hesi nýggju bransjuni umframt at tú hevur fingið tær neyðugu kontaktirnar og partnararnar.
-Vit at gerast partur av verkætlanum í útlandinum longu nú taka fyritøkurnar týðandi stig til fyrireikingina á føroyskum øki sigur stjórin á Menningarstovuni.
Uppá fyrispurning um vit ikki eru í so skjótir úti og um luttøkan ikki er alt ov ógvuslig sigur Kjartan Kristiansen, at tað er beint tvørturímóti. Tað er nú vit skulu upp í part fyri at læra og finna kontaktir.
Eiga at fegnast
Hann heldur, at vit eiga at fegnast um, at føroyskar fyritøkur og virkisleiðarar eru so mikið at sær komnir, at teir síggja teir framtíðar fyrimunir, sum kunnu vera við at vera við nú. Tað er at menna og stimbra starvsfólkið til at møta framtíðar avbjóðingum. Og tað gerst m.a. við at vera við á slíkum ráðstevnum.
Fyri at fáa sum mest burtur úr og vera før fyri at taka ímóti vitjandi er føroyski básurin hesaferð stórur. Talan er um 100 fermetrar í tveimum hæddum.
Ovara hæddin verður burturav til virkini at hava samrøður við vitjandi. Síðani verður pláss til tænastustovnar av ymsum slag umframt til oljufyrisiting og oljuráðleggingarnevnd at kunna tey vitjandi um Føroyar sum møguligt komandi oljuøki.
Virkini gjalda 10.000 kr. fyri at vera við á básinum umframt sínar egnu brosjurur. Haraftrat kemur so feðakostnaður og uppihald, so talan er um eina hampuliga upphædd fyri hvønn luttakara. Menningarstovan, sum stendur fyri tiltakinum og uppseting av básinum, hevur eitt budget uppá knappa millión. Peningurin kemur úr grunninum til ídnaðarfremjandi endamál.
Føroyingar hitta nógvar
útlendskar fyritøkur
Tað er stórur áhugi millum oljufeløg fyri føroysku luttøkuni. Í hesum sambandi hava fleiri feløg, Texaco, Saga og Amerada og Lasmo boðið øllum føroysku luttakarunum út at hitta teirra undirleverandørar.
Tað sigur ikki so lítið, at Saga Petroleum hevur skrivað út til nærum 100 norskar fyritøkur um at vera við á eini samkomu saman við føroysku luttakarunum. Eina viku undan ráðstevnuni høvdu meira enn 40 fyritøkur gjørt vart við seg.
Kjartan Kristiansen fegnast um henda stóra áhuga at hitta føroyskar fyritøkum og umboð annars. -Tað skal eisini vera mín vón, at vit fáa vitjan av so nógvum undirleverandørum í oljuvinnuni sum gjørligt.
Millum tað nógva tilfarið um Føroyar, sum verður á básinum, er eisini kunningartilfar frá landsstýrinum. Her verður greitt frá føroyska samfelagnum og vinnumøguleikum her. Endamálið er m.a. at fáa útlendskar fyritøkur at vísa Føroyum størri ans og helst gera íløgur her. Hesar fyritøkur kunnu sum so hoyra til mest sum allar bransjur. Men tilfarið er sjálvandi eisini stílað til tey mongu feløgini, virkini ella persónarnar, sum vilja vera við í eini komandi føroyskari oljuvinnu.
Rætt at vera við
Millum luttakararnar á oljumessuni er eisini Føroya Oljuídnaður. Pauli Einarsson, formaður sigur við Sosialin, at tað verður spennandi at síggja, hvussu nógv fer at koma burtur úr. Hann vónar, at stóra arbeiðið, sum virkini, stovnar og ikki minst Menningarstovan hava lagt í fyrireikingarnar fara at bera ávøkstur.
-Sjálvur ivist eg ikki í, at tað er rætt at vera við á slíkum messum. Vit síggja longu, hvussu stóran týdning tað hevur havt fyri okkum, at vit hava verið við áður. Nú er at byggja víðari á tað og fáa nakað ítøkiligt burtur úr.
Hann heldur ein slíkan føroyskan bás á eini oljuráðstevnu verða ein góður máti at vísa umheiminum, hvat Føroyar eru og hvat vit hava at bjóða uppá. Síðani er tað beinleiðis sambandið, sum verður knýtt á slíkari messu, ómetaliga týdningarmikið.
Martin Heinesen, leiðari á Oljufyrisitingini, sum eisini verður við á framsýningini, heldur tað vera skilagóða avgerð hjá føroyingum at vera við á slíkari messu, tú hevur hittir tú umboð fyri mest sum alla oljuvinnuna. Hetta hevur stóran týdning fyri vinnuna men eisini fyri myndugleikarnar, tá talan er um at marknaðarføra Føroyar sum eitt komandi leitingarøki.
Føroysku luttakararnir á oljumessuni í Aberdeen eru:
Skipafelagið Føroyar, Eimship, Oilwind, Telefonverkið, Faroe Base Support Services við Johan Dahl oø., Tor Shipping, Vónin Ltd. Offshore Supply & Lifting, EL-Service, Radioservice, Vágar Floghavn, Atlantic Airways, Tórshavnar Skipasmiðja, Skipasmiðjan á Skála, Poul Hansen, KJ-Hydraulik, Com-Data, Tryggingarsambandið, Føroya Maskinskúli, ALS, Føroya Oljuídnaður, Oljuráðleggingarnevndin, Oljufyrisitingin, Arbeiðsgevarafelagið, Menningarstovan, Føroyska Umboðsstovan í Aberdeen, Fróðskaparsetrið, Landsverkfrøðingurin, Toll- og Skattastovan, Vinnumálastýrið, Heilsuverkið, Farec, Atlanticon, Sofus Jacobsen, Conculting Engineering, Stephanssons Hús, Faroe Travel, Tórshavnar Havn, Fuglafjarðar Havn, Vestmanna Kommuna, Tvøroyrar Kommuna, Klaksvíkar Kommuna og Rasmussen & Weihe.
Oljumessan og ráðstevnan verður í døgunum 9. til 12. september. Farið verður við Atlantsflog sunnudagin kl. 17.30. Ferðalagið er heima aftur fríggjakvøld.