­ Vit mugu ikki gloyma krøvini og førleikan

-Tað skal helst ikki ganga okkara virkjum, sum tað gekst fleiri smærri donskum og norskum, tá frálandavinnan tók seg upp í hesum londum. Tey komu í fíggjarligar trupulleikar, ja, nógv fóru á húsagang, tí tey hugsaðu bert um, at tað politiskt var tryggjað teimum at kunna luttaka men gloymdu krøvini og førleikan segði Hjarnar Djurhuus, fyrrverandi umboðsmaður hjá Lloyds Register, tá skipað varð fyri skeiði á Hotel Føroyum nú um dagarnar fyri umboðum fyri vinnulív, stovnar oo. Hjarnar Djurhuus segði:

Í farnu viku varð rættiliga týdningarmikið stig tikið í sambandi við eina komandi føroyska oljuvinnu. Tað var tá bretska klassingarfelagið Lloyds Register skipaði fyri skeiði á Hotel Føroyum fyri umboðum fyri føroyskt vinnulív, stovnar, myndugleikar oo.

Lloyds Register er eitt av fleiri stórum altjóða klassingarfeløgum, sum umframt at arbeiða í skipavinnuni, eisini arbeiðir í frálandavinnuni. Á skeiðnum vóru tvey umboð fyri Lloyds Register. Tað var varastjórin á frálandadeildini í London, Walter J. Winkworth og stjórin á frálandadeildini hjá felagnum í Esbjerg, Ernst B. Mogensen.

Á skeiðnum vóru so eisini bæði fyrrverandi umboðið hjá Lloyds Register í Føroyum, Hjarnar Djurhuus og núverandi umboðið Ole R. Lauritsen.

Væl av fólki hevði leitað sær á skeiðið fyri at hoyra útlendingarnar tosa um tey krøv, sum altjóða oljuvinnan setir til ein komandi føroyska oljídnað tað verið seg bæði innan framleiðslu og tænastuveiting.

Ernst Mogensen, leiðari á frálandadeildini hjá Lloyds Register í Esbjerg, hevur drúgvar royndir á hesum øki. Hann hevur arbeitt í fleiri ár hjá A.P. Møller og hevur ferðast kring allan heimin fyri Lloyds Register í sambandi við klassing av oljupallum ol.

Hetta er so fyrstu ferð, at hann hevur verið í Føroyum og heldur hann tað eisini vera júst røttu løtuna at vitja Føroyar, nú tað verður tosað av álvara um eina komandi oljuvinnu.

Ernst Mogensen sigur við Sosialin, at hann var sera væl nøgdur við skeiðið, sum varð hildið í Havn og heldur, at føroysku umboðini vístu stóran áhuga og settu eisini teir røttu spurningarnar. Nú er so at arbeiða víðari við hesum spurningum. Og tað ætlar Lloyds Register sær at gera.


Gera sær greitt hvat vit vilja og kunnu

Tað er nevniliga ómetaliga týdningarmikið, at tey mongu smáu føroysku virkini eru greið yvir, hvat tey ganga inn til, tá hugsað verður um at luttaka í eini oljuvinnu.

Umráðandi er eisini at melda tíðliga út og gera okkum greitt, um vit eru før fyri at vera við ella ikki.

Soleiðis sum Sosialurin skilur málið, so er tað ikki bara at biðja lova sær at vera við í hesum útviklinginum. Tú er noyddur at gera tær greitt, hvat tú vil og kann.

Hetta er so nakað av tí, sum eitt klassingarfelag kann hjálpa einum við.

Vanliga hugsa vit bert um skip og bátar, tá hugsað verður um klassingarfeløg - hesi hava til uppgávu at tryggja, at alt er, sum tað eigur. Sama er so galdandi fyri oljuvinnuna, og har hava klassingarfeløgini sínar egnu offshoredeildir. Tað verður eingin oljupallur og oljuskip flotað, uttan at hesi hava verið undir kønari hond frá einum klassingarfelag.


Rætta løtan nú

Ernst B. Mogensen heldur, at føroyingar eru á beinari leið, tá tað longu nú verður hugsað um hesi viðurskifti. Hóast boring eftir olju ella nakað stórvegis virksemi í tí sambandi ikki er byrjað enn, so heldur hann tað vera skilagott av føroyingum longu nú at taka klassingarspurningin til viðgerðar.

Er tað eitt ynski frá føroyskari síðu, at ídnaðurin her skal vera við í oljuútviklinginum, so eigur ein beinanvegin at gera sær greitt, hvørji krøv oljufeløgini fara at seta til bæði vørur og tænastur og arbeiði annars.

Er tað eitt politiskt ynski ella treyt frá føroyskari síðu, at ídnaðurin her skal vera við, so er tað eitt ikki minni krav frá oljufeløgunum ol. at føroysku virkini lúka reglur og krøv til kvalitet, sum eru til slíka vinnu um allan heimin.

Mogensen heldur tað tí vera sera týdningarmikið at fáa góðskuskipanir ?Quality Insurance³ at virka á teimum virkjum, sum vilja vera við í eini frálandavinnu - fyri at tryggja sær, at tú byrjar á tí rætta beininum.

Eitt er hvat føroyskir myndugleikar fara at seta av reglum og krøvum, men tað vil so altíð vera eitt minstamark, eitt standardkrav, sum er galdandi á altjóða støði, sum eisini fer at verða galdandi fyri Føroyar.

Talan er her um tær báðar góðskuskipaninar, ISO 9001 fyri framleiðslu og ISO 9002 fyri tænastuveitingar.

Tað eru longu nú fleiri føroysk vinnuvirki, sum lúka krøvini til slíkar skipanir.

-Eg veit væl, at frálandavinnan í Føroyum er ikki beint kring hornið men liggur nøkur ár frammi í tíðini, men kortini er tað sera umráðandi, at føroyskur ídnaður fer undir at fyrireika seg nú. Tit eru heldur ikki ov seinir á sjóvarfallinum, um tað verður samanborið við gongdina í øðrum londum. Eg haldi hetta hóskar væl at fara undir nú sigur Ernst Mogensen, sum hevur drúgvar royndir frá oljuvinnuni í fleiri londum og her serliga í Norðsjóvarøkinum.

-Eg havi verið við í donskum øki frá 1975, so eg kenni gongdina her og veit, hvat skal til fyri at tryggja føroyingum ein góðan og sunnan útvikling.

Hann vísir á, at mátin hesin útviklingur fer fram er nærum eins allastaðni, men krøvini eru ymisk.


Uppfinnið ikki hjólið av nýggjum

-Ístaðin fyri at føroyingar fara og uppfinna ?hjólið³ enn einaferð, eiga tit at hyggja eftir, hvat aðrir hava gjørt og síðani taka tað besta frá teimum og gera nakað skilagott burtur úr tí. Eg haldi føroyingar eru hepnir í so máta, tí tit kunnu byrja við at byggja á 25 ára royndir hjá øðrum.

Mogensen heldur m.a. tað vera týdningarmikið og gott fyri Føroyar, at føroyskir ungdómar kunnu útbúgva seg til hesa vinnu, og tá brúk er fyri teimum í Føroyum, manna tey mongu størvini í vinnuni.

-Eg veit væl, at summi seta spurnartekin við ein oljuútvikling. Sjálvur haldi eg hetta er ein sera spennandi tíð fyri Føroyar, og her eru eisini nógvir møguleikar. Men føroyingar eiga bara ikki at seta ov stórar vónir longu nú men heldur vera realistiskir.


Verið varin

Hann heldur, at føroyski ídnaðurin eigur at vera sera varin og ikki fara í gongd við bindum fyri eyguni og satsa alt uppá eina komandi oljuvinnu. Ein slík gongd kann oyðleggja virkini. Betur er at finna eina skilagóða javnvág millum tað, sum virkini gera í dag og tað, sum tey kunnu gera í tilknýti til eina frálandavinnu.

Henda vinna er soleiðis háttað, at virksemið broytist skjótt frá at vera nógv at gera, til í longri tíð einki at hava at gera. Hetta má ein taka hædd fyri.

Hvat viðvíkur ynskinum at vera við í eini oljuvinnu heldur Mogensen tað vera heilt náttúrligt, at føroysk virki eru við og at hetta krav verður sett oljufeløgunum, tí tað verður gjørt alla aðrastaðni.

Men her mugu føroyingar eisini gera sær greitt, at av tí at orkan í Føroyum er so avmarkað til bæði manning og framleiðslu, so er tað eisini rætt at hyggja eftir samstarvsfeløgum í útlandinum, eitt nú skipa joint-ventureavtalur við virki, sum hava arbeitt við at menna oljuvinnuna í Norðsjónum.

-Tit mugu so heldur ikki gloyma, hvussu skjótt ein vinna sum henda kann avlaga og oyðileggja samfelagið. Tí má útviklingurin alla tíðina lagast so, at hann hóskar til ta orku, sum er tøk í Føroyum.


Koma skjótt aftur

Ernst Mogensen er nú farin aftur til Danmarkar og starvsfelagi hansara Walter Winkworth er farin aftur til London, har teir báðir nú hvør í sínum lag vilja evaluera túrin í Føroyum og leggja eina ætlan fyri, hvussu Lloyds Register við sínum nógvum royndum, vitan og myndugleika, á bestan hátt kann vera við til at tryggja, at ein føroysk luttøka í oljuvinnuni kann sleppa snikkaleyst ígjøgnum komandi útviklingin.

-Fleiri av virkjunum vilja hava upplýsingar av ymsum slag, og tað fáa tey. Vit fara so eisini at koma aftur til Føroya skjótt at tosa við fólk og vitja tey ymsu virkini sigur Ernst Mogensen.