verður hildið í Gistingarhúsinum við Á í Øravík. 9 skeiðstímar verða tilsamans. Undirvísari verður Bárður Persson frá Leikarafelag Føroya, sum í fjør varð útskrivaður av sjónleikaraskúlanum í Århus. Kostnaður [...] Vikuskiftið 21. ?23. februar skipar MáF, Meginfelag áhugaleikara Føroya, fyri sjónleikaraskeiði í Suðuroy. Skeiðið vendir sær til øll fólk yvir 16 ár, roynd sum óroynd, ið hava áhuga fyri at spæla sjónleik [...] di sjónleikaravenjingum, dansi, improvisatión og tekstbrotum. Tema á skeiðnum er: Í staðin fyri at kroppurin stendur í vegin ? so vísir hann tær vegin. T.v.s. at sleppa undan kensluni av, at kroppurin
Eldsløkking Suðuroy: Tær fýra kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy ætla nú at brynja seg betri út til at basa eldi. Sløkkiliðið í Vági, sum er fyri alla suðuroyar syðru helvt, arbeiðir tískil við ætlanum [...] kommurnar í suðuroyar syðru helvt, sum eru áhugaðar í at samstarva við Hov um eldsløkking. Hov er mitt í Suðuroynni og sløkkiliðið á Tvøroyri hevur eisini spurt seg fyri hjá Hovs Kommunu um samstarv í sambandi [...] fáast á, hvør hevur ábyrgdina, tekur ein neyðstøða seg upp í tunlinum. Í tí sambandinum hevur bygdaráðið í Hovi fingið upplýst, at kommunurnar í syðru helvt koma at hava ábyrgdina av syðru helvt av tunlinum
Gudrid Kjærbo og Jens Vestergaard. Í 1982 tók hann studentsprógv í Hoydølum, og á heysti í 1987 tók hann útbúgving sum løgreglumaður við politiskúlan í Keypmannahavn. Í samrøðu við Sosialin sigur Jacob, [...] hjá løgmanni. Eftir drúgva viðgerð, sum endaði við einum tímalongum fundi í gjár. gjørdi løgmaður av at seta Jacob Vestergaard í landsstýrið. Suðuroyingar hava leingi ynskt at styrkt sítt valdømi við einum [...] at hetta er ein stór og spennandi avbjóðing fyri hann. - Eg havi verið í kommunalpolitikki í nógv ár, meðan landspolitikkur er nýtt fyri mær, sigur hann. Spurdur, um hann er ikki er ræddur fyri at taka
GRUNDLÓG Innan 25. apríl í ár skulu føroyingar á val. Veljast skulu fólk í eitt grundlógarráð, og øll fólk, sum kunnu velja til løgtingsvalið, kunnu stilla upp. Hetta er ein aðaltáttur í uppskoti til Grundlógarnevnd [...] lógarmálum sæti í nevndini. Formaðurin í nevndini, sum verður útnevndur av landsstýrismanninum, velur síðani átta umboð við hægri samfelagsvísindaligum útbúgvingum. Sostatt verða tilsamans 21 fólk í grundlóg [...] nevndin skal lata landsstýrismanninum álit og uppskot til grundlóg í seinasta lagi 25. apríl 2005. Eitt fólkavalt ráð Ein aðaltanki í nýggja leistinum er at tryggja eina fólksliga undirtøku fyri komandi
hava MFS umboðini verið í Hoydølum, á Kambsdali og í Vestmanna. Mánadag vera tey á Handilsskúlanum í Havn, og týsdagin fara tey um Suðuroyarfjørð og vitja á miðnámsskúlanum í Suðuroy. [...] LESNAÐUR Aftur í ár eru umboð fyri MFS komin til Føroya úr Danmark at greiða frá um lestrarviðurskifti uttanlands. Í ár eru tað tær báðar, Gurið Weihe og Annika Helgadóttir Joensen, sum ferðast kring landið [...] báðar í MFS ráðnum. Við sær hava tær eisini Holger Arnbjerg frá Altjóða skrivstovuni, sum kunnar um útbúgvingar uttanfyri Norðurlond. Gurið sigur, at teir flestu næmingarnir velja at halda ein steðg í eitt
Al-Anon í Vágum Fundur fyri avvarðandi hjá alkoholikarum er hvørt týskvøld kl. 19.30 í Gamla skúla í Sandavági. AA í Vági AA fundir verða í Undirhúsinum onsdag og leygardag kl. 19.00. AA-Suðuroy AA-fundirnir [...] Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld og leygarkvøld [...] Ungdómsmøti í kirkjukjallaranum í kvøld er avlýst vegna møti í Fuglafirði kl. 20. Bilar koyra frá kirkjuni kl. 19.45. Øll eru hjartaliga vælkomin við. Tofta missiónshús Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20
bæði á landi og á sjógvi Legan er í tríggjar vikur í juli mánað og hon er ókeypis, eins og Lions Klubburin rindar ferðaútreiðslurnar. Eisini Lions Klubburin í Suðuroy fer at senda ein ungdóm á legu. Veljast [...] til at rógva í kano. Men vitjað verður eisini á tí kenda Norðsjóvarsavninum o.s.fr. Áhugaðir ungdómar í Suðuroy, sum eru ímillum 17 og 21 ár, og sum hava hug til eina heilt øðrvísi feriu í ár, kunnu nú [...] Hitti allan heimin í Danmark! Hetta er heiti á eini altjóða ungdómslegu, sum altjóða Lions Klubbarnir skipa fyri í summar har ungdómar úr nógvum ymsum londum hittast. Hetta er ein lega, har einir 30 ungdómar
Kunning Suðuroy: Í summar er ætlanin at fara í holt við tvær stórar útbyggingar í Suðuroynni. Talan er í fyrsta lagi um nýggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði og í øðrum lagi um Hovstunnilin, sum gongur [...] ætlanunum. Í Løgtinginum í dag fer hann at spyrja landsstýrismannin í samferðslumálum, um hann ikki heldur, at ein slíkur fundur hevði verið hóskandi. ? Hetta eru tvey stór verkløg og eg haldi, at í einum [...] ímillum bygdirnar Øravík og Hov. Í tí sambandi heldur Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins, at tað hevði verið hóskandi hjá landsstýrismanninum at havt ein kunnandi fund í Suðuroynni, har hann kundi
vitja í Havn og í Eysturoynni. Áhugin er stórur fyri tiltakinum og kanska verður tiltakið í Klaksvík og í Fuglafirði. Enn er tó einki avgjørt hesum viðvíkjandi. Rebekka Lisberg varð kosin Miss Suðuroy og [...] Leygarkvøldið varð skipað fyri sonevndari Miss Suðuroy kapping í TB-húsinum á Tvøroyri. Vinnari gjørdiast Rebekka Lisberg úr Sumba. Rebekka er 17 ár í nakrar dagar afturat, tí fríggjadagin fyllur hon nevniliga [...] nevniliga 18 ár. Fimm ungar kvinnur kappaðust um heitið sum vakrasta sprund í Suðuroynni 2003, og sera tætt var millum tær fremstu. Tað vóru áskoðararnir, sum gjørdu av, hvør vinnarin varð. Barbara Brattalíð
skulu kunna liva í náði Hansara. Og her er tað at vit mugu heita á leiðararnar fyri landi okkara, um ikki at seta lógir í gildi, sum ganga ímóti boðum Guds s.s. fría forsturtøku, frítt porno, vígslu fyri samkynd [...] Støðan í dag betri enn nakrantíð! Tað er mín sannføring, at Gud í Síni náði hoyrdi róp føroyinga, tá vit bóðu um fyrigeving fyri at vit høvdu verið so gramlig, og bóðu Hann um at senda fisk aftur á grunnar [...] spurningurin ídag er so, um vit hava lært nakað av tí stóru kreppu, sum vit vóru í. Støðan ídag er betri enn hon nakrantíð hevur verið í mínari tíð - men tað merkir ikki, at nýggjar kreppur ikki kunnu lúra hinumegin