Vikuskiftið 21. ?23. februar skipar MáF, Meginfelag áhugaleikara Føroya, fyri sjónleikaraskeiði í Suðuroy.
Skeiðið vendir sær til øll fólk yvir 16 ár, roynd sum óroynd, ið hava áhuga fyri at spæla sjónleik, at undirhalda, at lesa upp o.tíl.
Arbeitt verður við grundleggjandi sjónleikaravenjingum, dansi, improvisatión og tekstbrotum.
Tema á skeiðnum er: Í staðin fyri at kroppurin stendur í vegin ? so vísir hann tær vegin.
T.v.s. at sleppa undan kensluni av, at kroppurin læsist, stívnar ella bara er ein forðing fyri at tú skalt kunna reisa teg upp og bera eitthvørt fram fyri eini fólkamongd ? heldur arbeiða fram ímóti at brúka kroppin sum eitt amboð, eitt hjálpitól, ið kann stuðla undir og gera tað, sum tú vilt bera fram áhugavert at hyggja at.
Skeiðið verður hildið í Gistingarhúsinum við Á í Øravík.
9 skeiðstímar verða tilsamans.
Undirvísari verður Bárður Persson frá Leikarafelag Føroya, sum í fjør varð útskrivaður av sjónleikaraskúlanum í Århus.
Kostnaður fyri skeiðið er kr. 300, og tilmelding er hjá MáF, tlf. 315624, teldupostadressa maf@maf.fo










