Rebekka er Miss Suðuroy

Leygarkvøldið var kapping í TB húsinum á Tvøroyri. Fimm ungar dámur kappaðust um, hvør teirra skuldi kjósast til Miss Suðuroy. Tiltakið fer ætlandi at ferðast, so vakurleikadrotningar aðrastaðni eisini skulu kjósast, fyri síðani at hittast í finalu. Rebekka Lisberg varð kosin vakrasta sprund í Suðuroynni 2003


Leygarkvøldið varð skipað fyri sonevndari Miss Suðuroy kapping í TB-húsinum á Tvøroyri. Vinnari gjørdiast Rebekka Lisberg úr Sumba. Rebekka er 17 ár í nakrar dagar afturat, tí fríggjadagin fyllur hon nevniliga 18 ár.
Fimm ungar kvinnur kappaðust um heitið sum vakrasta sprund í Suðuroynni 2003, og sera tætt var millum tær fremstu. Tað vóru áskoðararnir, sum gjørdu av, hvør vinnarin varð. Barbara Brattalíð gjørdist nummar tvey og henni á baki kom Simona Jensen.
Fyrireikararnir siga, at tiltakið ætlandi skal á ferð kring landið. Ætlanin er at vitja í Havn og í Eysturoynni. Áhugin er stórur fyri tiltakinum og kanska verður tiltakið í Klaksvík og í Fuglafirði. Enn er tó einki avgjørt hesum viðvíkjandi.
Rebekka Lisberg varð kosin Miss Suðuroy og fekk m.a. 1000 krónur, ein vakaran platt við áskrift og blómur. Og sjálvsagt pláss í finaluni, um álvari verður av at ferðast kring landið.