LESNAÐUR
Aftur í ár eru umboð fyri MFS komin til Føroya úr Danmark at greiða frá um lestrarviðurskifti uttanlands.
Í ár eru tað tær báðar, Gurið Weihe og Annika Helgadóttir Joensen, sum ferðast kring landið fyri at siga eitt sindur um útbúgvingar.
?Dentur verður lagdur á at greiða frá at kunna um fíggjarlig, sosial, faklig og praktiskt viðurskifti. Vit fara sjálvandi ikki inn í hvørt fak sær, men royna at kunna breitt um ymisk praktisk viðurskifti, sigur Gurið Weihe.
Sjálv lesur Gurið stjórnmálafrøði á síðsta ári, og Annika lesur sálarfrøði á triðja ári. Tær eru báðar í MFS ráðnum.
Við sær hava tær eisini Holger Arnbjerg frá Altjóða skrivstovuni, sum kunnar um útbúgvingar uttanfyri Norðurlond.
Gurið sigur, at teir flestu næmingarnir velja at halda ein steðg í eitt ár ella longur, áðrenn farið verður av landinum í lestrarørindum.
Hon hevur ikki inntryk av, at flestu næmingarnar eru byrjaðir at hugsa av álvara at lesa víðari.
?Oftani byrja næmingar at hugsa um víðarilestur í endanum av 3.S ella 2. HH, sgiur Gurið Weihe.
Kunningin hjá teimum snýr seg serliga um Danmark, og tá tær báðar lesa í Keypmannahavn, so er tað nærliggjandi, at tær duga best at siga frá viðurskiftum í danska høvuðsstanum.
Mest fíggjarligt
Annika og Guðrun lata væl at áhugan hjá næmingunum fyri kunningini. Næmingarnir eru serliga fegnir um, at fíggjarliga viðurskifti verða tikin fram og greitt frá.
Tað eru eisini serliga fíggjarlig og onnur praktisk viðurskifti, ið næmingarnir spyrja um, sigur Gurið. Eitt nú hvussu virkar Føroya frádrátturin.
Higartin hava MFS umboðini verið í Hoydølum, á Kambsdali og í Vestmanna. Mánadag vera tey á Handilsskúlanum í Havn, og týsdagin fara tey um Suðuroyarfjørð og vitja á miðnámsskúlanum í Suðuroy.