Nú tríggjar vikur eru farnar, síðani Jørgen Niclasen segði landsstýrissessin frá sær, er endalig avgerð tikin, um hvør skal røkja starvið sum landsstýrismaður við fiskivinnumálum.
Leingi hevur ligið í luftini, hvørji møgulig evni Fólkaflokkurin hevði. Eftir hvat vit hava skilt, so vóru tað til endans teir báðir, Jacob Vestergaard og Jógvan á Lakjuni, ið slagið stóð um.
Spenningurin hevur verið stórur, bæði innan- og uttanflokka, og ikki minst hjá teimum báðum, sum seinastu dagarnar hava bíðað eftir endaligu avgerðini hjá løgmanni.
Eftir drúgva viðgerð, sum endaði við einum tímalongum fundi í gjár. gjørdi løgmaður av at seta Jacob Vestergaard í landsstýrið.
Suðuroyingar hava leingi ynskt at styrkt sítt valdømi við einum landsstýrissessi, men hava teir hvørja ferð verið noyddir at lútað fyri øðrum valdømum.
Tá tað kemur til at seta landsstýrismenn fyri Fólkaflokkin, er tað tingbólkurin við løgmanni á odda, sum tekur endaliga avgerð.
- Vit hava fyrr givið suðuroyingum lyfti um ein landsstýrissess, og nú
gjørdi eg av, at tað lyftið skuldi haldast, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.
Úr løgreglubúnanum
Jacob Vestergaard er 42 ára gamal og giftur Sólfríð Joensen av Tvøroyri; tey eiga 4 børn. Hann er ættaður og búsitandi á Økrum, sonur Gudrid Kjærbo og Jens Vestergaard.
Í 1982 tók hann studentsprógv í Hoydølum, og á heysti í 1987 tók hann útbúgving sum løgreglumaður við politiskúlan í Keypmannahavn.
Í samrøðu við Sosialin sigur Jacob, at hetta er ein stór og spennandi avbjóðing fyri hann.
- Eg havi verið í kommunalpolitikki í nógv ár, meðan landspolitikkur er nýtt fyri mær, sigur hann.
Spurdur, um hann er ikki er ræddur fyri at taka eitt fyri honum ókent málsøki á seg, sigur Jacob:
- Fiskivinnan er eitt stórt og áhugavert másløki, sum hevur ein tann
størsta týdningin fyri hetta samfelagið.
Hann vísir á, at Fólkflokkurin hevur umsitið fiskivinnumál í fleiri valskeið.
-Vit eiga nógv fólk við vitan, sum eg fari at leita mær ráðgeving hjá. Haraftrat er Jørgen Niclasen í tingbólkinum, og rokni eg við, at hann kemur at verða mær til stóra hjálp, sigur nýggi landsstýrismaðurin hjá Fólkaflokkinum.
Jacob fegnast um, at Fólkaflokkurin í Suðuroy nú fær beinleiðis ávirkan á landspolitikkin.
Hann sigur, at tað avgjørt fer avgjørt at hava eina positiva ávirkan á Suðuroynna.
- Men tað verða fyrst og fremst fiskivinnumál, eg komi at taka
mær av. Eg fari at føra sama politikk sum mínir undangongumenn. At skapa so góðar karmar og ikki minst liviumstøður fyri okkara fiskimenn sum yvirhøvur gjørligt verður, mítt aðalmál, sigur Jacob Vestergaard at enda við Sosialin.