Eldsløkking
Suðuroy: Tær fýra kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy ætla nú at brynja seg betri út til at basa eldi.
Sløkkiliðið í Vági, sum er fyri alla suðuroyar syðru helvt, arbeiðir tískil við ætlanum um at keypa ein nýggjan brandbil.
Í tí sambandi hevur sløkkiliðið teir spurt kommunurnar í suðuroyar syðru helvt, um tær vilja vera við til at stuðla keypinum.
Í suðuroyar syðru helvt eru Sumbiar-, Vágs-, Porkeris og Hovs Kommuna og tað tykist sum um at undirtøka er fyri tí.
Tað skilst, at Sumbiar Kommuna hevur samtykt at vera við í keypinum.
Leygardagin var málið fyri í Hovs Kommunu og har varð eisini samtykt at vera við í keypinum.
Men Hovs Kommuna vil samstundis hava greiði á, hvussu nógv bilurin fer at kosta og, hvussu stórur parturin hjá Hovs Kommunu verður og hvussu parturin hjá hvørjari kommunu verður roknaður út.
Sløkkiliðið í Vági sigur, at tey hava harðliga brúk fyri nýggjum brandbili. Tann, sum liðið hevur, er meiri enn 25 ára gamalur. Hann hevur hartil so lítlan motor, men tað allarmesta hann klárar eftir sløttum er 50-60 kilometrar um tíman og er eitt sindur av mótbrekku er skjótt, at hann fer niður á 40.
Annars verður sagt, at bilurin er góður- tá ið hann er komin á staðið. Men teir kundu hugsa sæe ein bil, sum var nýggjari og sum hevði størri motor og sum kundi verið skjótt frammi.
Eisini samstarv norðureftir
Annars eru tað ikki bara kommurnar í suðuroyar syðru helvt, sum eru áhugaðar í at samstarva við Hov um eldsløkking.
Hov er mitt í Suðuroynni og sløkkiliðið á Tvøroyri hevur eisini spurt seg fyri hjá Hovs Kommunu um samstarv í sambandi við venjingar, skeið o.sfr.
Á bygdaráðsfundinum í Hovi var niðurstøðan, at tað tóktist natúrligari fyri kommununa at samstarva við syðru helvt um sløkkiliðsútgerð.
Men kommunan hevði onki ímóti at samstarva um venjingar, skeið o.a. við sløkkiliðið í norðaru helvt, sum er Tvøroyrar-, Fámjins- og Hvalbiar Kommunu.
Ikki minst verður hesin spurningurin átrokandi, nú ætlanin er at fara undir Hovstunnilin seinni í ár.
Ikki minst skal greiða fáast á, hvør hevur ábyrgdina, tekur ein neyðstøða seg upp í tunlinum. Í tí sambandinum hevur bygdaráðið í Hovi fingið upplýst, at kommunurnar í syðru helvt koma at hava ábyrgdina av syðru helvt av tunlinum, sum kemur út omanfyri Hov, men at kommunurnar í norðaru helvt koma at hava ábyrgdina av norðaru helvtini av tunlinum, sum kemur út við Tjaldavík.
Annars eru hovbingar ikki so illa fyri hvat sløkkiliðið, tí fleiri mans hava verið á skeiði í roykkaving og eldsløkking og kommunan hevur í fleiri ár sent pening av til at útbúgva brandfólk við. Kommunan hevur eisini ein lítlan vogn við ymsari útgerð.
Men bygdaráðið heldur, at tað mest natúrliga hevði verið, um øll oyggin samstarvaðu um venjingar, skeið og annað, ikki minst tú Hovstunnilin verður gjørdur og tað verður so nógv styttri at koyra úr einum enda í annan.