Tummas Jacobsen: Føroyski toskurin eitt undur

Hetta er yvirskrivt í Dagblaðnum mánadagin 27. januar, og vísir Dagblaðið til útsøgn hjá canadiskum fiskifrøðingi, sum verður roknaður at vera ein hin fremsti ICES-serfrøðingur. Sami serfrøðingur sigur, at tað er ófatiligt, at heimsins fiskifrøðingar ikki streymaðu til Føroya at kanna, hvat tað var, sum gjørdi, at toskurin kom fyri seg aftur undir Føroyum.
Henda útsøgn staðfestir tað niðurstøðu, sum mangir føroyingar komu til, løgmaður okkara íroknaður, tá hann í nýggjárstalu síni á sinni segði: "Men hóast mangar dugnaligar persónar, høvdu vit ikki verið komin so væl fyri okkum, um ikki Hin Almáttugi Gud hjálpti okkum!"

Støðan í dag betri enn nakrantíð!
Tað er mín sannføring, at Gud í Síni náði hoyrdi róp føroyinga, tá vit bóðu um fyrigeving fyri at vit høvdu verið so gramlig, og bóðu Hann um at senda fisk aftur á grunnar okkara. Jú, sanniliga, tað er eitt stórt undur.
Men spurningurin ídag er so, um vit hava lært nakað av tí stóru kreppu, sum vit vóru í. Støðan ídag er betri enn hon nakrantíð hevur verið í mínari tíð - men tað merkir ikki, at nýggjar kreppur ikki kunnu lúra hinumegin hornið. Tað er gleðiligt at fiskivinnan klárar seg so væl sum hon ger, hóast ikki øll eru líka væl fyri, eitt nú rækjuflotin. Ídag vinna menn tað, sum teir arbeiða fyri uttan almennan stuðul. Eg minnist hvussu studningsskipanin í 70?unum førdi til, at tað loysti seg væl at eiga skip og einki fáa, tí studningurin helt lívi í stórum skara av flotanum.

Vit eiga at klára okkum sjálvi!
Ein av teimum sokallaðu andaligu víkingunum, sum nú er heima hjá Harranum, segði, einaferð hann vitjaði Føroyar: "Ein hvør tjóð eigur at liva av tí tilfeingi, sum Harrin gevur!", og eg eri sannførdur um, at hetta er grundregla Guds - eisini fyri Føroyar. Gud hevur útvegað nóg mikið av ráevni til føroyingar, so vit kunnu liva av tí uttan stuðul frá øðrum tjóðum ella felagsskapum. Tí er tað ikki andaligar ævintýr útsagnir tá sagt verður, at Gud skal halda tjóð okkara uppi; tí tað hevur Hann sanniliga prógvað við toskinum.

Vit mugu halda okkum til Guds orð!
Men - og tað er eitt men. Vit mugu sum tjóð, virða grundreglur Guds og halda okkum til Hansara boð. Tað er byrjunarstøðið fyri at vit, sum fólk, skulu kunna liva í náði Hansara. Og her er tað at vit mugu heita á leiðararnar fyri landi okkara, um ikki at seta lógir í gildi, sum ganga ímóti boðum Guds s.s. fría forsturtøku, frítt porno, vígslu fyri samkynd o.s.fr.
Eg skal ikki koma meir inn á hetta her, men eg vil taka eitt álvarsmál upp , og tað er tíðindini mannamillum um ólógliga fiskiveiðu.

Ólóglig fiskivinna máar støði undan okkum!
Orðatakið sigur at sjáldan rýkur av ongum brandi, og tað kann ikki vera einki í tíðindunum um, at nakrir av bestu veiðubátum okkara í føroyska fiskiflotanum, fiska innanfyri mark, og á stongdum leiðum regluliga. Hetta eru tíðindi frá fólki sum hava verið við slíkum bátum, ella sum hava hoyrt tað frá monnum, sum hava verið við. Útfrá tí sannføring, at Gud við Síni náði hevur givið okkum allan tann nógva fiskin, so er tað at máa grundarlagið fyri okkara góðu fiskitíð, at veiða fiskin ólógliga - ella við øðrum orðum - at stjala hann. Tað sigur seg sjálvt, at hetta viðførir, at Gud tekur Sína náði aftur, tí Gud ka
nn ikki signa lógarbrot og stuldur - so gongur Hann ímóti Sær Sjálvum.
Latið okkum venda við!
Kæru fiskimenn - kæra føroya fólk: latið okkum venda við og gera alt vit kunnu, fyri at hetta heldur uppat, ongantíð ov skjótt. Tí júst hetta ger, at ein kreppa liggur og lúrir. Liva vit rætt, og bera rættvísan pening inn í okkara samfelag, so vil Gud vælsigna - og vit koma at varðveita góðar tíðir í Føroyum. Um ólóglig fiskivinna ótarnað heldur áfram, so kemur kreppan aftur fyrr ella seinni, og vit koma at liggja, so sum vit sjálvi hava reitt.
Latið okkum ídag venda við. Gud sær eisini tað, sum vaktar- og bjargingartænastan ikki sær. Um eingin veit av ólógligum fiskiskapi, uttan teir sum gera tað, so førir tað til kreppu. Tí Gud sær, og Hann vakir yvir orði Sínum. Lyfti Hansara standa føst, við teimum treytum, sum tey hava við sær.