68 fólk skulu veljast í eitt grundlógarráð

Gomlu vártingini skulu vekjast aftur til lívs. Føroyingar skulu innan flaggdagin á val at velja 68 fólk í eitt grundlógarráð, sum skal vekja forna siðin at halda várting í Føroyum. Endamálið er at fáa eina komandi føroyska stjórnarlóg til hoyringar hjá fólkinum

GRUNDLÓG

Innan 25. apríl í ár skulu føroyingar á val. Veljast skulu fólk í eitt grundlógarráð, og øll fólk, sum kunnu velja til løgtingsvalið, kunnu stilla upp.
Hetta er ein aðaltáttur í uppskoti til Grundlógarnevnd, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður við lógarmálum, hevur lagt fyri løgtingið.
Fyrst skal ein grundlógarnevnd veljast at gera uppskot um grundleggjandi stjórnarlóg fyri Føroyar. Í uppskotinum skulu vera ásetingar um stýrisskipan, valdsbýti og grundleggjandi rættindi og skyldur hjá borgarunum. Hendan grundlógarnevndin, sum verður vald millum politisku flokkarnar og persónar við hægri samfelagsvísindaligum útbúgvingum, skal byggja á herðarnar hjá gomlu grundlógarnevndini, sum ikki kom á mál við sínum setningi. Nýggja nevndin skal lata landsstýrismanninum álit og uppskot til grundlóg í seinasta lagi 25. apríl 2005.

Eitt fólkavalt ráð
Ein aðaltanki í nýggja leistinum er at tryggja eina fólksliga undirtøku fyri komandi føroysku stjórnarlógini.
? Tað fólksliga skal partvíst loysast við, at nevndin sjálv fær betri umstøður at kunna og hoyra um arbeiði sítt. Men fyrst og fremst skulu vit lata Føroya fólk velja eitt grundlógarráð. Eitt slíkt ráð eigur at vekja til lívs gamlan føroyskan sið. Fyrr hildu føroyingar várting í øllum sýslunum og møttu síðani á tingi á Tinganesi at røða um landsins viðurskifti, sigur Høgni Hoydal í viðmerking til uppskotið.
Grundlógarráðið, sum telur 68 fólk, skal skipa fyri vártingum kring allar Føroyar, har ætlanin er at fáa eitt kjak um eina komandi grundlóg. Ráðið skal ikki fara ígjøgnum alt tilfarið hjá sjálvari grundlógarnevndini, men skal taka tey mest viðkomandi evnini til viðgerðar.
Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá politisku flokkum, og á viðmerkingunum sæst greitt, at andstøðuflokkarnir eru ímóti einum grundlógarráði, men Høgni Hoydal og formaðurin í Grundlógarnevndini hava kortini hildið fast við hendan partin. Fæst ikki politisk undirtøka, er landsstýrismaðurin kortini sinnaður at viðgera onnur uppskot um, hvussu hoyringar av fólkinum kunnu fara fram.

21 manna nevnd
Í sjálvari grundlógarnevndini skulu sita tvey umboð fyri stóru flokkarnar á tingi, meðan smáu flokkarnir við trimum tinglimum og færri fáa eitt umboð. Harafturat fáa løgtingsformaðurin, løgmaður og landsstýrismaðurin við lógarmálum sæti í nevndini. Formaðurin í nevndini, sum verður útnevndur av landsstýrismanninum, velur síðani átta umboð við hægri samfelagsvísindaligum útbúgvingum. Sostatt verða tilsamans 21 fólk í grundlógarnevndini ? 13 politikarar og 8 samfelagsfrøðingar.

Seks milliónir
Óvist er, hvat framhaldandi grundlógararbeiðið fer at kosta.
Higartil hevur grundlógararbeiðið kostað 3 milliónir krónur og verður støðið tikið í hesum, verður mett, at írestandi kostnaðurin av at gera uppskotið til føroyska grundlóg liðugt verður tvær milliónir krónur afturat. Afturat hesum kemur kostnaðurin av at halda fólkaval til grundlógarráðið, sum verður mett til eina góða millión afturat. Sostatt verður samlaði kostnaðurin fyri eina føroyska grundlóg eftir hesum metingum 6 milliónir krónur.


*******
FAKTA

Býti í grundlógarráði:

Norðuroyar 8
Eysturoy 12
Vágar 6
Norðstreymoy 6
Suðurstreymoy 22
Sandoy 6
Suðuroy 8

Tilsamans 68 fólk
*******