oktober koma ikki færri enn eini 10 fólk frá stóra oljufeløgan Phillips Petroleum til Føroya. Her er talan um fleiri av oddafólkunum fyri leiting í Norðureuropa og annars fólk, sum takast við at viðgera tilfar [...] Føroyaøkinum, á einum fundi við fólk frá Oljufyrisitingini og Jarðfrøðissavninum. Phillips er eitt av feløgunum, sum hevur verið við í forkanningararbeiðinum á føroyskum øki nú í fleiri ár. Herfyri gjørdu [...] oljufeløgini, ið hava sett Føroyar á sítt leitingarkort, eru við at pakka saman. Heldur tvørturímóti skulu vit døma eftir tí nógva vitjanarvirkseminum, sum verður í næstum. Tá koma umboð fyri ikki færri enn
hjá landsstýrinum er sum kunnugt samtykt, og nú gongur málið sína gongd og í tí sambandi heldur Høgni, at eisini tingmenn skulu fara at hyggja frameftir. Nú hevur tingið avgjørt, at kanningararbeiði skal [...] viðmerking sigur hann, at nú er tíðin komin, har tingmenn eiga at steðga á og saman hyggja frameftir, heldur enn at standa og smákeglast um persónar. Høgni Hoydal sigur: - Tá eg sigið at fólk eru ósaklig ella óseriøs [...] Tað at uppskotið er samtykt í tinginum merkir ikki, at tað nú er avgjørt, at vit fáa fullveldið, sigur Høgni Hoydal og leggur afturat. Lat okkum nú fáa at síggja, hvørji úrslit kanningarbólkarnir koma til
tan, ið neyvan finst aðrastaðni. Eitt nú at kvinnur ganga í bindiklubb, børn og tilkomin ganga til dans, sang og tílíkt. Her er eisini ein heystmentan, eitt nú tá slaktið er fyri og tær stóru veitslurnar [...] og tey eiga tveir synir, sum eru sjey og níggju ára gamlir. Í 1989 flutti familjan heim at búgva, og nú er ikki longur spurningur um, hvar Randi Mohr kennir seg heima. Ikki dani í Danmark Um sín samleika [...] uttanlandsskuldin er umleið fimm mia. krónur, eru viðurskifti, sum danir vilja frætta nærri um. Eitt nú, hvussu gongdin á búskaparliga økinum hevur verið í Føroyum. Tí skrivar Randi Mohr altíð um føroysku
heili trý fólk á einari súkklu. Í Havanna ber til at ganga óttaleysur úti um náttina. Harðskapur, ið eyðkennir so mangar stórbýir í heiminum, er at kalla ikki til í kubanska høvuðsstaðnum. Nú man onkur [...] hjá turistum. Dollarahandlar verða nú eisini latnir upp um alt landið at selja teimum støðugt fleiri kubanarunum, ið útvega sær dollarar, bæði líkt og ólíkt. Teir fáa nú keypt okkurt av tí, sum annars er [...] ópersónligu og leiðiligu avgreiðslurnar í hesi floghavnini, ið er sum flestar altjóða floghavnir, tí nú hittir tú tann veruliga kubanaran, soleiðis sum hann er. Fyrikomandi, fryntligur, forvitin. Siudad
í einum blómandi ungdóms- og upplýsingarvirki í Havnini. Sum talari var Bruun tikin úr leikum, og fólk tustu í kirkjurnar at hoyra hann prædika. Hann hevði stóra bókmentaliga vitan, og prædikur hansara [...] ídnasti at stuttleika sær. Men so gerst hann vinur við ein pietist, sum eisini lesur til prest, og nú hálsar hann fullkomiliga um og sigur verðina frá sær. Vinmaðurin doyr ungur, men hevði ætlað sær til [...] ymiskum viðmerkingum. Í hesum partinum verður annars gjørt vart við, at tann skiftandi hýrur, sum fólk í Vágum søgdu eyðkendi harra Peder, longu kemur til sjóndar á ungum árum. Sum heild heldur Emil Bruun
frálíkt høvi hjá útflutningsvinnum í Føroyum at havt okkurt tiltak um somu tíð. Nú tosað verður um fullveldið, og at vit skulu fáa meira burtur úr verandi og alternativum vinnum, er tað mær ein gáta, hví [...] hava fingið eitt øgiligt PR-virði av hesum dystinum, sum ein sjálvandi kann og eigur at fylgja upp nú, hóast best var, at vit vóru á staðnum og gjørdu PR fyri føroyskum vinnulívi og Føroyum sum ferðamannalandi [...] okkum øll og land okkara. Johan Mortensen heldur, at vit eiga ikki at gloyma, at vit eru bert 45.000 fólk, sum bjóða eini stórari tjóð við 4-5 mill. fólkum av at spæla fótbólt. Loksins sigur Johan Mortensen
hesum, at tveir av landsins hægstu monnum skulu vera við í slíkum. Peter Starck sigur seg fara avstaðaftur við eini kenslu av, at her býr eitt egið og mentað fólk. Hann heldur ætlaninar um sjálvstýri og [...] -Eg ætli mær at koma aftur til Føroya um eitt ár at vita, hvussu útviklingurin hevur verið í eitt nú fullveldismálinum og á oljuøkinum sigur Peter Starck við Sosialin.
sjálvir at grava í málinum. Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum sigur, at kanningarnar, sum nú verða gjørdar, skulu geva fólki allar upplýsingar, ið kunnu lýsa avleiðingarnar av teimum broytingum, sum ynski [...] m, meðan javnaðar- og sambandsfólk skuldseta tjóðveldisfólk fyri demagogi, fyri at vilja villeiða fólk og føra landið út av eggini. HETTA vísir, hvussu týdningarmikið tað er at hava eina sakliga, breiða [...] Sosialinum, so er tað okkara sannføring, at ikki minst kollveltandi broytingar í okkara samfelag mugu og skulu viðgerast væl og virðiliga. Vit hava sæð fleiri serfrøðingar viðgjørt spurningin í fjølmiðlunum í
fanst aftur so ella so í Føroyum. Viðhvørt sum ein viðfáningur ella eitt fleyr. Men nú eru tey her í somu løtu. Nú er tað ikki skemt, at í somu løtu ein firvaldur lyftir veingin upp yvir Avstraliu t.d [...] flest øll vita, men so kemur tað aftur, hetta løgna fyribrigdi, at fólk fara at venda og snara sær, tosa burtur øðrumegna við. Onki er hent, nú kann alt aftur vera við tað gamla. Jú tað hendi nakað ræðuligt [...] at øll skulu hugsa sum eg, men um eg so má siga, at tey halda seg til evnið, og ikki við vilja svara í vestan, tá ið spurt verður í eystan. Um ein fyri ein hvønn prís ikki vil, at føroyingar skulu ráða sær
lán til víðari lestur. Fólk fóru at arbeiða, tá tey vóru 14-16 ára gomul. Tey hava gjøgnum 50-60 ella fleiri ár fylt kommununa- og landskassarnar við skattapeningi og avgjøldum. Nú eru tey gomul, útslitin [...] hetta í útvarpinum. Vit sóu hetta í sjónvarpinum. Nú valið er av, er næstan tøgn um fólkapensiónsmálið. Undir seinna heimsbardaga vóru fleiri pengar millum fólk. Skip sigldu til Ís-lands at keypa fisk og sigldu [...] góða afturgjaldsskipan av allari skuldini. Tað tykist, sum skil nú er komið aftur á búskap okkara, og vit kundu havt tað so deiligt. Men nú hevur fólkið valt nýggjar menn inn á ting. Saman við øðrum hava