Innrás av olju? feløgum í næstum

Umboð fyri fleiri oljufeløg koma til Føroya í næstum. Tað tykist ikki sum lækkandi oljuprísirnir enn hava minkað um áhugan hjá oljufeløgum at leita eftir olju á okkara leiðum

Hóast miðlarnir dag og dagliga bera tíðindi um, at oljufeløg skerja útreiðslurnar og minka um ella útseta íløgur í nýggja leiting og framleiðslu, so er enn einki, sum bendir á, at tey umleið 25 oljufeløgini, ið hava sett Føroyar á sítt leitingarkort, eru við at pakka saman. Heldur tvørturímóti skulu vit døma eftir tí nógva vitjanarvirkseminum, sum verður í næstum.

Tá koma umboð fyri ikki færri enn seks oljufeløg til Føroya í ymsum ørindum.

Longu 20. oktober koma ikki færri enn eini 10 fólk frá stóra oljufeløgan Phillips Petroleum til Føroya. Her er talan um fleiri av oddafólkunum fyri leiting í Norðureuropa og annars fólk, sum takast við at viðgera tilfar frá Føroyaøkinum.

Ferðalagið fer at leggja fram viðgerðina av tilfarinum, sum felagið hevur arbeitt við frá Føroyaøkinum, á einum fundi við fólk frá Oljufyrisitingini og Jarðfrøðissavninum.

Phillips er eitt av feløgunum, sum hevur verið við í forkanningararbeiðinum á føroyskum øki nú í fleiri ár. Herfyri gjørdu Phillips og franska oljufelagið ELF samstarvsavtalu við tí endamáli at minka um útreiðslurnar og vágan í hesum enn ókenda økinum. Sum skilst arbeiða tey bæði feløgini fram móti at finna ein samstarvspartnara aftrat.


Texaco-samtakið

Í aðru viku koma umboð fyri Texaco-samtakið á vitjan. Hetta verður fyrstu ferð, at øll fýra feløgini, Texaco, Arco, Conoco og Murphy eru í Føroyum saman, síðani Arco herfyri kom uppí samtakið. Feløgini fara tá at leggja sítt tilfar fram fyri føroyskar oljumyndugleikar. Eisini ætla feløgini, sum herfyri buðu 16 føroyingum til Alaska at síggja oljuvinnuna har, at hitta føroysku umboðini. Teirra millum eru fíggjarmálaráðaharrin og oljumálaráðharrin.


DONG

Seinast í hesum mánaðinum koma fleiri umboð fyri danska oljufelagið Dong til Føroya. Ætlanin er eisini at vitja á Oljufyrisitingini men harumframt verða fyrilestrar hildnir á Hotel Hafnia í samstarvi við Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Har er ætlanin at umboð fyri Dong, sum er almenna danska oljufelagið, skulu greiða frá virkseminum og tess áhuga fyri Føroyum í olju- og gasshøpi.

Dong er við í einum oljusamtaki saman við Amerada Hess, Norsk Hydro og Lasmo. Fyritøkan er eisini við í oljuleiting við Grønland. Eitt av evnunum, sum tosað verður um, er um møguleikar at finna gass við Føroyar og avleiðingarnar av tí. Eisini verður røtt um umhvørvi og trygd, og her fer Durita Brattaberg, sum arbeiðir sum trainee hjá Dong, at greiða frá.


AMG-bólkur klárur

Tað er ikki so langt síðani, at umboð fyri tey trý oljufeløgini í AMG-bólkinum, Statoil, Mobil og Enterprice vóru í Føroyum fyri at kunna oljumyndugleikarnar um, hvussu langt teir eru komnir við arbeiðinum.

John Ingerhaug, kanningarleiðari hjá Statoil í Føroyaøkinum segði við Sosialin eftir vitjanina, at tey trý feløgini eru tilreiðar at fara undir leiting á føroyaøkinum. -Vit hava viðgjørt alt seismiska tilfarið og eru nú klárir til 1. útbjóðing. Samtakið hevur brúkt einar 120 mill. kr. higartil til kanningar sínar á føroyaøkinum. AMG-samtakið er rættiliga bjartskygt um møguleikarnar at finna olju og gass við Føroyar. Hóast lækkandi oljuprísir, so meta teir framvegis, at Føroyaøkið er áhugavert. Men umboð fyri samtakið dylja heldur ikki fyri, at tey fegin síggja eina útbjóðing innan ikki alt ov langa tíð.

Tað eru teir eygleiðarar, sum halda, at nettupp AMG-samtakið er tað, sum er komið longst við kanningunum á Føroyaøkinum, tó at fyrimunirnir feløgini høvdu frá byrjan ikki eru eins stórir í dag, nú útbjóðingin er vorðin seinkað, og hini oljufeløgini hava kunnað brúkt hesa tíðina til at fáa sær meiri vitan um økið.


Oljuráðleggingarnevndin fund

Annað virksemi verður eisini á oljuøkinum komandi tíð. Oljuráðleggingarnevndin, sum ikki hevur verið saman síðani í apríl, hevur fund á Hotel Hafnia í hesum døgum. Eitt mál er á skránni, og tað er kolvetnisskattalógin. Hetta er eitt mál, sum ein bólkur við umboðum frá skattaumsitingini, oljufyrisitingini oø. hevur arbeitt við í eina tíð. Kolvetnisskattalógin er ein týðandi partur av tí komandi oljuvirkseminum fyri ikki at siga ein tann mest týðandi parturin. Formaður í Oljuráðleggingarnevndini er Arne Poulsen, stjóri í Vinnumálastýrinum. Hann tók við í desember í fjør, eftir at táverandi løgmaður tók Árna Olafson úr hesum sessi, sum hann hevði røkt øll hesi seinastu árini.


Marknatrætan

Meðan umboð fyri myndugleikar arbeiða við eini komandi kolvetnisskattalóggávu og eini utbjóðing verður roynt at fáa markið millum Føroyar og Bretland uppá pláss. Tað er torført at fáa nakað at vita um gongdina í málinum, men herfyri var fundur í Uttanlandsnevndini, har løgmaður og umboð fyri samráðingarnevndini umrøddu málið saman við limum í nevndini. Hvat síðani er hent er ilt at fáa nakað at vita um, men tað skilst sum, at okkurt samskifti er millum partarnar so ella so. Tað ber undir øllum umstøðum til at ímynda sær, at lítil dugur er í at flyta málið upp á hægsta politiska støði, fyrr enn alt er endavent og trároynt. Hvussu langt vilja og kunnu partarnir lora, soleiðis at talan verður um eitt kompromi, sum veruliga fylgir miðlinjuprinsippinum, sum jú er ein ófrávíkilig treyt frá føroyskari síðu. Tá er so bara spurningurin, út frá hvørjum grundpunktum miðlinjan verður sett. Tað hevur ljóðað, at partarnir eru komnir væl longri, enn talan var um, tá fyrrverandi løgmaður tók málið úr hondunum á samráðingarfólkunum. Tað er so eisini í tráð við tey úttalilsi, sum eru komin frá bæði tí bretska uttanríkisráðharranum og orkumálaráðharranum.

Vantandi fer okkurt á henda í hesum máli um ikki so langa tíð, og fer tað so aftur at gera av, hvussu ein komandi føroysk útbjóðing fer at síggja út.


Elttør úr at gera

Ikki meira enn heimafturkomin av oljuferð í Alaska fór landsstýrismaðurin í oljumálum, Eyðun Elttør til Danmarkar. Har vitjaði hann umborð á einum av oljupallunum hjá Mærsk, har høvi var at hitta tríggjar føroyingar, sum arbeiða hjá Mærsk.

Elttør var eisini á vitjan hjá DONG, har hann hitti fleiri av stjórunum í fyritøkuni, sum hevur stóran áhuga fyri føroyska økinum.

At enda vitjaði landsstýrismaðurin í Energistyrelsen.

Sosialurin hevur skilt, at tað landsstýrismaðurin er sera nógv umbiðin maður, tí tað fer ikki dagur, at ikki okkurt oljufelag ynskir at hitta hann.