Í einum hugnaligum stovuhorni heima ytst á bakkanum, við útsýni oman yvir Hoyvíkina, situr Randi Mohr, journalistur, og skrivar tíðindagreinar um føroysk viðurskifti til Ritzau tíðinastovuna í Danmark og Morgunblaðnum í Íslandi.
Hon er upprunaliga hálvur føroyingur, pápin er dani og mamman føroyingur.
Stóra ivamálið í familjuni, har børnini vóru fimm í tali, var altíð, hvørt tey vóru føroyingar ella danir, hóast tey búðu í Danmark.
Á nærum hvørjum ári var Randi Mohr í Føroyum í summarfrítíðini, og hjá henni kom tíðliga ein tvídráttur í, tí henni dámdi so væl í Føroyum.
Tá hon var 19 ára gomul, var hon eitt árið arbeiðskona hjá Sølvu og Páll Patursson í Kirkjubø. Tað árið gjørdi eisini sítt til, at hon seinni fekk hug at búsetast her.
Randi Mohr giftist við Høgna Debes Joensen, og tey eiga tveir synir, sum eru sjey og níggju ára gamlir. Í 1989 flutti familjan heim at búgva, og nú er ikki longur spurningur um, hvar Randi Mohr kennir seg heima.
Ikki dani í Danmark
Um sín samleika, sigur Randi Mohr, at hóast hon ikki er rættiligur føroyingur í Føroyum, so er hon heldur ikki dani í Danmark longur.
Hinvegin, so kenni eg føroyingar alt ov væl til at føli meg fremmandan her, sigur Randi Mohr.
Hon hevur í átta ár skrivað um føroysk viðurskifti til tíðindastovuna Ritzau. Fyrstu árini, tá kreppan rættuliga tók dyk á seg, var ikki altíð so hugaligt at senda tilfarið niður, men sum fráleið og tað fór at ganga framá, er hetta vorðið áhugavert arbeiði, sigur Randi Mohr, sum heldur, at hon er so mikið yrkislærd, at tá tað snýr seg um at bera vánalig tíðindi, so er eingin gongd leið uttan um.
Hinvegin, so kenni eg meg trygga við Ritzau tíðindastovuna, sum er ógvuliga seriøsur stovnur, har tíðindini ikki verða snarað ella táttað. Hetta er eitt starv, og eg skrivi um viðurskiftini í Føroyum: tey góðu tíðindini eins væl og tey vánaligu, sigur Randi Mohr.
Vit hoyra eisini navnið Ritzau nevnt í føroyskum tíðindum. Hetta er danskur óheftur stovnur, sum sendir tíðindini til allar fjølmiðlarnar í Danmark, og tíðindini fara víðari út í heim, og verða endurgivin í øðrum londum.
Stórur áhugi fyri Føroyum í Danmark
Spurd hvussu hon velur út tíðindatilfarið, sigur Randi Mohr, at hon kennir danska tíðindaheimin og veit frá áralongum royndum, sum journalistur í Danmark, hvat hevur áhuga millum danir.
Bert tað, at Danmark letur slaka milljard krónur í stuðli til Føroyar, og at uttanlandsskuldin er umleið fimm mia. krónur, eru viðurskifti, sum danir vilja frætta nærri um. Eitt nú, hvussu gongdin á búskaparliga økinum hevur verið í Føroyum.
Tí skrivar Randi Mohr altíð um føroysku fíggjarlógina, tá hon verður løgd fram, og tá hon er samtykt, men annars ikki um orðaskiftið.
Annað, sum altíð verður endurgivið í donsku fjølmiðlunum er, tá búskaparráðið í Føroyum ger viðmerkingar til gongdina í samfelagnum, og annars tá umboð fyri donsku stjórnina og landsstýrið hittast.
Í løtuni er flogvallarmálið nógv umrøtt í Danmark, og danir vilja eisini frætta, hvat skal henda við flogvøllinum í Vágum.
Í Danmark verður tosað um at skerja donsku sjóverjuna, men politisku flokkarnir á Christiansborg eru ikki samdir í hesum.
Í seinastuni hevur danska sjóverjan undir Føroyum eisini verið frammi, og her eru danir áhugaðir at frætta, hvat verjuskipini gera her. Tað fer Randi Mohr at skriva eina reportaju um í næstum.
Arbeiðsgongdin er soleiðis háttað, at Randi Mohr tosar við tíðindastjóran á Ritzau um tað sum fyriferst í Føroyum, og út frá tí verður arbeiðið lagt til rættis.
Mítt arbeiði er at siga frá, hvat hendir í Føroyum, og oftani endurgevi eg t.d. eina oddagrein ella annað í Sosialinum ella í Dimmalætting.
Seinasta árið eru danir serliga hugaðir fyri at hoyra um Jóannes Eidesgaard og Óla Breckmann, fólkatinglimirnir. Tá Anfinn Kallsberg, løgmaður, ger viðmerkingar, verður tað eisini tikið til eftirtektar í Danmark, eins og tá Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sigur frá sínum sjónarmiðum um fullveldismálið.
Danir fylgja eisini væl við føroyska oljumálinum, og vilja serliga frætta um samráðingarnar við bretar um marknamálið.
Er andlitið aftan fyri tíðindastovuna
Tá Ritzau er kelda til tíðindini í donsku pressuni, verður bert tíðindastovan nevnd, og ikki journalisturin, sum hevur skrivað greinina.
Hvussu kennist tað sum journalistur, at verða ókendur í yrkinum?
Eg havi einki ímóti at arbeiða á henda hátt. Føroyar eru lítið land, og øll her vita, hvør letur tíðindini haðani til Ritzau, eins og mínir starvsfelagar í Danmark vita, at eg skrivi føroyska tilfarið.
Kennir tú teg ongantíð einsamalla, ikki at arbeiða saman við øðrum journalistum?
Hóast eg siti einsamøll her uppi í Hoyvík, so eri eg kortini ikki so avbyrgd frá mínum starvsfeløgum.
Tá bløðini taka mítt tilfar upp í Danmark, verður ofta ringt til mín. Eg verði tikin við í ráðum, um tey vilja hava okkurt mál útgreinað, eins og eg kann veita øðrum journalistum, sum ætla sær hendavegin í arbeiðsørindum, leiðbeining og ráðgeving.
Eg kenni føroysku viðurskiftini, og kann t.d. siga teimum, hvørjar persónar tey skulu venda sær til í ávísum málum o.s.fr.. Á henda hátt eri eg ikki so einsamøll ella ókend í mínum yrki.
Útbúgvin journalistur og undirvísari
39 ára gamla Randi Mohr er útbúgvin journalistur, og hevur umframt tað eisini hjágreinafak í donskum, samfelagsmálum og pedagogikum, og hon er sostatt eisini útbúgvin at undirvísa.
Hon byrjaði at arbeiða á fyrrapartsblaðnum B.T. í næmingatíðini, og helt fram at starvast har, tá hon var liðug á Journalistaháskúlanum í Århus.
Á B.T. var hon í átta ár, og arbeiðsøki hennara var í fyrstuni innan tónleika- og sjónleikaheimin.
Mín áskoðan er, at jour-nalistar ikki skulu arbeiða ov leingi við sama øki, og eftir ynski at sleppa at arbeiða við politiskum málum, fór eg á Christiansborg at arbeiða, har eg í fimm ár skrivaði um politik í B.T.
Tað var tí heldur ikki so trupult hjá mær at byrja at arbeiða í Føroyum, tí eg havi góðar royndir at røkja tað politikska økið, sigur Randi Mohr.
Hevur arbeitt á Christiansborg
Hon sigur um arbeiðið á Christiansborg, at tað er ein heimur fyri seg. Har eru 179 politikarar og 100 journalistar, sum hava sínar skrivstovur nærindis Fólkatinginum.
Tað er kanska einasta parlament í heiminum, har fjølmiðlarnar hava beinleiðis samband við politikararnar. Tað merkir, at einki verður fjalt fyri tíðindatænastuni, og verður mett sum eina sera demokratisk skipan.
Tað er greitt, at journalistar og politikarar koma sera nær hvør øðrum, og at teir læra hvønn annan rættiliga væl at kenna, men eg havi kortini ongantíð upplivað, at eg av teirri orsøk havi hildið hondina yvir einum politikara. Har eru nakrar reglur galdandi, sum báðir partar halda, sigur Randi Mohr.
Tá hon fekk fyrsta barnið í 1989, valdi Randi Mohr at fara á mentanardeildina á B.T. at arbeiða, har hon skrivaði um bókmentir, gjørdi samrøður við rithøvudar o.s.fr..
Tá familjan flutti heim, fekk fekk Randi Mohr starv sum lærari á Handils- og HF skeiðnum í Kambsdali, men tá Bodil Rahbæk, sum hevði arbeitt fyri Ritzau tíðindastovuna í Føroyum í nøkur ár, fór niður til Danmarkar í 1992, varð Randi Mohr biðum um at átaka sær hetta arbeiðið.
Í byrjanini hevði hon bæði lærarastarvið og starvið fyri Rtizau at taka sær av, men sum fráleið gjørdist tað ov strævið, og nú arbeiðir hon so at siga, sum journalistur burturav.
Hetta arbeiðið førdi til, at íslendska Morgunblaðið heitti á Randi um at skriva útgreinandi greinar um føroysk viðurskifti.
Bæði í Danmark og í Íslandi er áhugin stórur fyri tí, sum fer fram í Føroyum, og serliga í hesum døgum, nú fullveldisuppskotið er lagt fram, sigur Randi Mohr.
Samfelagið er meira menniskjavinarligt
Hvør munur er at arbeiða í Danmark og í Føroyum?
Tað eru nógvir fyrimunir við at búgva í einum lítlum samfelag í mínum arbeiði, tí tað er so lætt at koma í samband við politikarar o.a. persónar, sum er neyðugt, tá tú fæst við tíðindaskriving.
Føroyska samfelagið er eisini meira menniskjavinarligt, og vit eru meir umberandi hvør móti øðrum, enn t.d. í Danmark.
Nøkur vilja kanska halda, at føroyingar eru seinir og at alt tekur ov langa tíð, men eg haldi, at hetta er positivur verumáti, sum fær fólk at trívast.
Um tú ímyndar tær, hvussu tað er at koma inn í stórhandil í Danmark, har børnini renna aftur og fram, og eitt barn rennir seg inn í eina eldri konu, so glepsar hon illsliga at barninum.
Tekur tú somu myndina í Føroyum, so sigur konan kanska blíðliga okkurt umberandi við barnið, sigur Randi Mohr.
Serstøk innanduramentan
Hon heldur eisini, at føroyingar hava eina serstaka innanduramentan, ið neyvan finst aðrastaðni. Eitt nú at kvinnur ganga í bindiklubb, børn og tilkomin ganga til dans, sang og tílíkt.
Her er eisini ein heystmentan, eitt nú tá slaktið er fyri og tær stóru veitslurnar. Tað er nakað heilt serstakt við t.d. føroyska felagssanginum, sum eg haldi vera sera hugtakandi.
Kennir tú teg ongantíð fremmandan her?
Nei, tað geri eg als ikki. Í Føroyum eri eg ikki rættiliga føroyingur, men eg eri heldur ikki dani í Danmark.
Tó kenni eg føroyingar so væl, at eg als ikki føli meg fremmandan her, sigur Randi Mohr.
Hon hevur tikið støðu til, hvar hon og familjan skal búgva, og verður verandi í Føroyum, tí hetta er besta stað hjá synunum at vaksa upp í.
Vildu altíð sleppa heim í summarfrítíðini
Randi Mohr minnist aftur á barnadagarnar, tá systkini og mamman stóðu við einum beini í Danmark og hinum í Føroyum.
Serliga minnist hon afturvendandi orðaskiftið í heiminum, tá summarfrítíðin kom, og tey tosaðu um, hvat tey skuldu fara at ferðast.
Mamman og børnini vildu sleppa heim á hvørjum ári, og soleiðis varð oftast.
Av teimum fimm børnunum í familjuni, valdu trý at búseta seg í Føroyum, eins og mamman eisini er flutt heimaftur.
Hóast tað arbeiðsliga eru størri møguleikar hjá mær í Danmark, so sakni eg einki her - og mamma mín býr eisini her. Familjan og mamma mín hava allarmest at týða fyri meg, sigur tíðindakonan hjá Ritzau og Morgunblaðnum í Føroyum.