Føroyskt fullveldi og olja í 4000 miðlum kring heimin

Áhugin fyri at skriva um og lýsa Føroyar og føroyingar í umheiminum er stórur. Tað fer ikki dagur, at ikki onkur útlendingur vitjar við tí fyri eygað at skriva um landið og fólkið. Nú um dagarnar varð ein av kendu journalistunum hjá heimskendu bretsku tíðindastovuni REUTERS, Peter Starck á vitjan í Føroyum. -Eg eri komin til Føroyar fyri at skriva um fullveldið og viðurskiftini við Danmark, um oljuævintýrið og um gerandisdagin hjá tí vanliga fólkinum sigur Peter Starck, sum eisini nýtti høvið at støkka inn á gólvið á Sosialinum.

Jan Müller

Hetta er fyrstu ferð, at hann er í Føroyum, og hann dylur ikki fyri, at hann er sera hugtikin av landinum. -Eg hevði ikki ímyndað mær, at her varð eitt so framkomið samfelag, sum eisini megnar at varðveita gamlar traditiónir og siðir.

Peter Starck var í Føroyum um tað mundi, tá Anfinn Kallsberg, løgmaður og Karsten Hansen, landsstýrismaður vóru á fjalli í Viðoynni eftir veðr-um. -Eg eri púra málleysur. Eg sá sendingina í sjónvarpinum, sum var ein ?fulltreffari?. Eg havi ikki orð fyri hesum, at tveir av landsins hægstu monnum skulu vera við í slíkum.

Peter Starck sigur seg fara avstaðaftur við eini kenslu av, at her býr eitt egið og mentað fólk. Hann heldur ætlaninar um sjálvstýri og fullveldið verða áhugaverdar, men hann vil fegin síggja, hvussu ein so lítil tjóð kann vera ein triðing av síni fíggjarlóg - tað er blokkin úr Danmark hann sipar til - fyriuttan.

Alt hetta fer hann at viðgera í trimum greinum, sum í næstum verða úti hjá øllum kundunum hjá Reuters, og teir eru ikki so fáir. Meira enn 4000 miðlar av ymsum slag fáa greinarnar um Føroyar.

-Eg ætli mær at koma aftur til Føroya um eitt ár at vita, hvussu útviklingurin hevur verið í eitt nú fullveldismálinum og á oljuøkinum sigur Peter Starck við Sosialin.