Fótbóltslandsliðið er okkara besti og fremsti ambassadørur

? Eg skilji tí ikki, hví ikki vinnulívið, ferðavinnan, politikarar og onnur ikki brúka hetta ótrúliga høvið, sum ein slíkur fótbóltsdystur er, til at marknaðarføra Føroyar og føroyskar vørur, sigur Johan Mortensen, bretskur konsul í Føroyum

? Landsliðið í fótbólti er ótrúligur ambassadørur fyri Føroyar. Hetta sannar tú, tá landsliðið spælir móti so mætum fótbóltstjóðum sum Skotlandi, og tú sær, hvussu heiðurligt úrslit okkara fótbóltsspælarar fáa.

Hetta heldur Johan Mortensen, bretskur konsul í Føroyum og umboðsmaður fyri oljufelagið Amerada Hess. Men her er eitt stórt MEN. Johan Mortensen, sum stóran part av lívi sínum hevur fingist við sølu og útflutning av fiski, er sera vónsvikin av, at føroyskar útflutningsfyritøkur, Ferðaráð Føroya o.a. ikki nýtta eitt slíkt høvi sum hetta, har landsliðið spælir í Skotlandi, sum náttúrligur partur í royndunum at marknaðarføra Føroyar og føroyskar vørur.

Johan Mortensen vísir á, at Bretland í dag er størsta keyparalandið hjá Føroyum.

? Tá so hugsað verður um, hvussu nógva reklamu vit fáa í bløðunum, sjónvarpi og útvarpi, undan og eftir slíkan rimmar fótbóltsdyst, so er tað næstan ótilgeviligt, at vinnulívið í Føroyum ikki er við og fylgir hesum upp. Eisini áttu politikarar at verið við fyri harvið at kunna ment samvinnuna millum londini. Vit mugu ikki gloyma, at Bretland er okkara næsta grannaland, og her liggja veldugir møguleikar fyri øktum samhandli og samstarvi.

Johan Mortensen heldur, at hetta er eitt so frálíkt høvi hjá útflutningsvinnum í Føroyum at havt okkurt tiltak um somu tíð. Nú tosað verður um fullveldið, og at vit skulu fáa meira burtur úr verandi og alternativum vinnum, er tað mær ein gáta, hví ikki vinnulívið og fyri tað politikararnir ikki brúka hetta kærkomna høvið.

Sjálvur heldur Johan Mortensen, at stovnar sum Útvarpið og Sjónvarpið og ikki minst Atlantic Airways gera eitt veldugt arbeiði til frama fyri Føroyum við nettup at gera so nógv burtur úr einum slíkum dysti.


Stórt PR-virði

Samanumtikið heldur Johan Mortensen, at Føroyar hava fingið eitt øgiligt PR-virði av hesum dystinum, sum ein sjálvandi kann og eigur at fylgja upp nú, hóast best var, at vit vóru á staðnum og gjørdu PR fyri føroyskum vinnulívi og Føroyum sum ferðamannalandi.

Johan Mortensen vísir á, at tað tykist sum tey, ið arbeiða innan oljuvinnuna, duga at síggja álvaran í hesum. Fleiri av teimum, sum longu hava tilknýti til eina føroyska oljuvinnu, vóru við. Nøkur útlendsk oljufeløg skipaðu fyri tiltøkum í sambandi við dystin. Johan Mortensen sigur, at hetta vísir, at tá talan er um oljuvinnuna, so verður nakað gjørt burtur úr, men hetta átti at verið galdandi fyri bæði fiskivinnu, ferðamannavinnu o.s.fr.

Johan Mortensen, sum mangan hevur verið saman við føroyingum í útlondum, heldur, at føroyingur duga sera væl at »beganga« seg í útlandinum. Og sipar hann við hesum m.a. til, hvussu væl teir 800 føroysku áskoðararnir bóru seg at í sambandi við dystin.

? Eg haldi vit føroyingar eiga at vera ernir av okkara fótbóltslandsliði, og tað kann næstan ikki undirstrikast nóg kraftiga, hvussu stóran heiður landsliðið og spælararnir gera Føroyum. Teir eru í veruleikanum fantastiskir umboðsmenn fyri okkum øll og land okkara.

Johan Mortensen heldur, at vit eiga ikki at gloyma, at vit eru bert 45.000 fólk, sum bjóða eini stórari tjóð við 4-5 mill. fólkum av at spæla fótbólt.

Loksins sigur Johan Mortensen, at vit - næstu ferð vit aftur spæla fótbólt og vit fáa eitt slíkt ókeypis høvi at gera PR fyri Føroyum og føroyskum vørum - eiga at troyta slíkan møguleika fult út.