MEN her hvílir so sanniliga ein stór ábyrgd á politikarunum at viðgera málið við størsta umhugsni og virðing hvør fyri øðrum. Í løtuni hoyra og síggja vit tíanverri, hvussu politikarar úr teimum ymsu flokkunum skuldseta hvør annan fyri líkt sum ólíkt. Tjóðveldisfólk skuldseta sambands- og javnaðarfólk fyri at føra ræðukampanjur móti fullveldisætlanunum, meðan javnaðar- og sambandsfólk skuldseta tjóðveldisfólk fyri demagogi, fyri at vilja villeiða fólk og føra landið út av eggini.
HETTA vísir, hvussu týdningarmikið tað er at hava eina sakliga, breiða og opna pressu, sum lýsir øll sjónarmið og allar avleiðingar av broytingunum í okkara ríkisrættarligu viðurskiftum. Uttan her at taka støðu til tær ymsu skuldsetingarnar, sum oftani eisini eru eftir Sosialinum, so er tað okkara sannføring, at ikki minst kollveltandi broytingar í okkara samfelag mugu og skulu viðgerast væl og virðiliga. Vit hava sæð fleiri serfrøðingar viðgjørt spurningin í fjølmiðlunum í seinastuni. Tað eru teir, ið siga, at einasta gongda leið er fult sjálvstýri uttan blokk. Og tað eru aðrir, sum ávara móti at vera ov blaðoygdir. Hesir vísa á teir stóru vandar, sum lúra, verður blokkurin úr Danmark tikin burtur úr búskaparligu heildini. Eftir okkara tykki eru umrøddu meiningar týðandi partur av tí orðaskifti, ið eigur at vera. Og ikki minst í komandi tíð er tað umráðandi, at vit fáa fleiri útspæl av hesum slag, og vónandi verða eisini fjølmiðlarnir førir fyri at seta orku av til sjálvir at grava í málinum. Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum sigur, at kanningarnar, sum nú verða gjørdar, skulu geva fólki allar upplýsingar, ið kunnu lýsa avleiðingarnar av teimum broytingum, sum ynski eru um at gera. Tað er gott.
TOSAÐ verður um polarisering í tí politiska lívinum. Vit hóma eisini ein byrjandi spíra til polarisering í fólkinum. Tað er sum at tónalagið gerst meira harðligt og hatskt, at fólk úr ymsum flokkum vilja ikki góðtaka meiningarnar hjá øðrum. Hetta er tað vit mugu forða, og til tess er eitt seriøst og sakligt orðaskifti neyðugt. Hvussu vit gerast sjálvbjargin og taka ábyrgd av okkum sjálvum er ein góður setningur at seta sær.